Hey genta, 11 ár.
Takk fyri brævið sum tú hevur skriva til okkum. Tað er ordiliga gott at tú skrivar til okkum um hvussu tú hevur tað. Sum eg skilji so følir tú teg uttanfyri í skúlanum og heima. Í skúlanum sigur tú at tú verður hildin uttanfyri og heima tí mamma tín hevur fingið sjeik og brúkar meira tíð saman við honum enn tær. Fyrst vil eg siga at tað skilji eg væl og at tað er ordiliga keðiligt at tú hevur tað so – tað kann ikki verða lætt. Tað er tað ongantíð tá man følir seg uttanfyri. Hvussu er við pápa tínum, hava tit eitt gott forhold? Nú veit eg ikki hvat fyri forhold tú hevur til pápa tín, men kanska tú kundi brúkt meira tíð saman við honum um tað ber til? Eisini hevði tað verið best um tú hevði tú kunna sagt tað við mammu tína, at tú hevur tað sum tú greiðir frá, báði heima og í skúlanum. Kanska veit hon slett ikki av tí. Um tú ikki klárar tað, hevði tú so kunna sagt tað við eina heilsusystir í skúlanum, ella tín flokslærara?
Vónandi fert tú at trívast betri heima og í skúlanum.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin