Góða genta,
Takk fyri teldubrævið, og orsaka at eg svari so seint. Happing er øgiliga keðiligt og kann verða sera oyðileggjandi, serliga kann tað ávirka sjálvsáliti. Eg haldi at tað er ordiliga gott at tú skrivar til okkum og at tú hevur sagt tað við tíni foreldur. Vónandi gera tey okkurt við tað, soleiðis at tú torir betur í skúla, tí tað er ikki gott um happingin skal órógva teg so nógv at tú ikki torir í skúla.
Mamma og pápi tín hava ábyrgdina av tær og vilja tær alt tað besta. Tí er tað umráðandi at tosa við síni foreldur, um tað er okkurt sum nívir. Tú sigur eisini at tú verður happa í skúlanum. Her skalt tú siga tað við tín flokslærara. Lærararnir hjá tær kunnu hjálpa tær við hesum. Tað er ikki altíð so lætt hjá lærarum at fáa eyga á happing, tí børn duna væl at goyma hetta frá teimum vaksnu, eisini tey sum happa. Um tú ikki torir at siga tað við tín lærara, so skalt tú biða mammu ella pápa tín tosa við tín lærara, so kunnu tey saman hjálpa tær víðari.
Tað er umráðandi at siga frá – ikki finna teg í happing. Ger teimum, ið happa, greitt, at tað ikki er í lagi.
Tað kann vera rættiliga torført at gera nakað ímóti einum, sum happar teg, og tú mást vera djørv. – minst til at siga við teg sjálvan, at tú hevur rætt at sleppa undan happing.
Vís við kroppinum og anlitinum, at tú ikki vil hava nakað við ein at gera, sum happar teg. Um tað er møguligt, royn so at flyta teg burtur frá tí, sum happar. Far onkra aðra staðni. Sleppur tú ikki burtur, so royn at siga við tann, ið happar, at tað ikki er í lagi. Royn at hyggja beint í eyguni á tí, sum happar teg og ver álvarsom. Tú kanst siga: “Eg havi einki gjørt tær – Lat meg fáa frið” ella spyr: ‘Veitst tú ikki, at tað er skeivt at happa?”
Finn vinfólk, ið ikki happa: Sjálvt um tú verður happað, kanst tú kortini hava vinfólk. Kanska eru tað bara nøkur fá í tínum flokki, sum happa teg. Royn um tú kanst sleppa undan at verða so nógv saman við teimum. Royn at finna saman við teimum í flokkinum, ið ikki happa. Eftir skúlatíð kanst tú eisini royna at verða saman við teimum, sum ikki happa – td. til frítíðarítriv.
Møguliga hevur tú eingi vinfólk í tínum egna flokki. Men tað kann væl verða, at tú kanst finna vinfólk í øðrum flokkum í skúlanum, sum tú kanst verða saman við í fríkorterunum og eftir skúlatíð. Tað hjálpir eitt sindur – so tú ikki følir teg uttanfyri og einsamalla alla tíðina. Minst til, at tú ert nógv verd: Minst til, at tú hevur rætt at sleppa undan happing. Eingin hevur uppiborið at verða happaður. Heldur ikki um ein ikki dugir væl í skúlanum ella í ítrótti.
Eingin hevur uppiborið at verða happaður, tí tey ikki síggja út sum hini, ella ikki hava røttu klæðini ella tað rætta ‘lookið’ Eisini tá alt kennist vónleyst, mást tú ikki ivast í, at tú hevur rætt at sleppa undan happing. Minn teg sjálva á, at tú er líka nógv verdur, sum øll onnur.Minn teg sjálvan á, at tú hevur líka góðan rætt til at trívast sum øll onnur. Sig við teg sjálvan, at eingin eigur at happa teg – sig tað eisini innantanna – sig tað ofta, so tú ikki gloymir tað!
Ikki happa onnur!
Minst til, at tú mást steðga happingini og ikki bara at sleppa undan at verða tann happaði. Øll sum eru í umhvørvinum, har happing er, verða ávirkaði av happingini. Lat tí vera við at happa nakran annan, fyri at sleppa undan sjálvur.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin