Search
Close this search box.
Eg blívi nógv happa og nógv arga. Eg skilji ikki og fari nokk ongan tí at silja tað HVÍ HAPPA &  HVÍ EG

Góða Genta
Tað kann verða rættiliga trupult fyri tann, ið verður happaður, at gera nakað fyri at steðga happingini. Meðan tú verður happað, hevur tú ofta ikki so nógv at siga í flokkinum. Tí kann tað verða torført hjá tær at verja teg – ella nakran annan – ímóti happingini.
Kortini eru nakrar meginreglur, ið tú kanst halda teg til.
Bið um hjálp
Verður tú happað, so hevur tú brúk fyri hjálp. Bæði fyri at steðga happingini, men eisini til at tosa um tað, sum er hent.
Kanska skammast tú at tosa um, at tú veður happað. Men tað er ikki tú, sum skal skammast yvir at verða happað – tú ert tann, sum kann gera minst við, at onnur happa.
Happingin er, tí at onkur annar ger nakað skeivt, ikki tú!
Kanska ivast tú, um nakar kann hjálpa tær!
Kanska ert tú bangin fyri at gera alt verri, við at tosa um tað!
Tað er ikki gott fyri teg at verða happað.
Ofta hjálpir at tosa um tað. Happing kann steðgast –  tað ber til.
Far til ein, sum tú hevur álit á.
Fortel mammu ella pápa tínum um happingina. Tú kanst eisini tosa við tín flokslærara ella skúlasjúkrasystir.
Tað hjálpir at tosa um happingina, og tey kunnu kanska troysta teg.
Fortel hvat hini siga, ella hvat tey gera, sum fær teg at kenna teg illa og uttanfyri.
Minnst til, at tú hevur rætt til at hava tað gott í flokkinum – og tú hevur rætt til at verða, sum tú ert.
Bið foreldrini hjálpa tær.
Bið tey tosa við tín lærara.
Tú kanst eisini sjálvur tosa við ein lærara, sum tú hevur álit á.
Um tú hevur eitt vinfólk í flokkinum, kannst tú royna at tosa við hann ella hana um happingina. Kanska kunnu tey hjálpa at steðga happingini.
Sig frá – ikki finna teg í happing. Ger teimum, ið happa, greitt, at tað ikki er í lagi.
Tað kann vera rættiliga torført at gera nakað ímóti einum, sum happar teg, og tú mást vera djørv. Royn kortini – minst til at siga við teg sjálva, at tú hevur rætt at sleppa undan happing. Vís við kroppinum og anlitinum, at tú ikki vil hava nakað við ein at gera, sum happar teg. Um tað er møguligt,  royn so at flyta teg burtur frá tí, sum happar. Far onkra aðra staðni..
Sleppur tú ikki burtur, so royn at siga við tann, ið happar, at tað ikki er í lagi. Royn at hyggja beint í eyguni á tí, sum happar teg og ver álvarsom. Tú kanst td. siga: ‘Eg havi einki gjørt tær – Lat meg fáa frið!’ ella spyr: ‘Veitst tú ikki, at tað er skeivt at happa!?’
Finn vinfólk, ið ikki happa. Kanska eru tað bara nøkur fá í tínum flokki, sum happa teg. Royn um tú kanst sleppa undan at verða so nógv saman við teimum. Royn at finna saman við teimum í flokkinum, ið ikki happa. Eftir skúlatíð kannst tú eisini royna at verða saman við teimum, sum ikki happa – td. til frítíðarítriv.
Møguliga hevur tú eingi vinfólk í tínum egna flokki. Men tað kann væl verða, at tú kanst finna vinfólk í øðrum flokkum í skúlanum, sum tú kanst verða saman við í fríkorterunum og eftir skúlatíð. Tað hjálpir eitt sindur – so tú ikki følir teg uttanfyri og einsamalla alla tíðina.
Minst til, at tú ert sera nógv verd!!
Minnst til, at tú hevur rætt at sleppa undan happing.
Eingin hevur uppiborið at verða happaður. Heldur ikki um ein ikki dugir væl í skúlanum ella í ítrótti.
Eingin hevur uppiborið at verða happaður, tí tey ikki síggja út sum hini, ella ikki hava røttu klæðini ella tað rætta ‘lookið’ Eisini tá alt kennist vónleyst, mást tú ikki ivast í, at tú hevur rætt at sleppa undan happing. Minn teg sjálva á, at tú er líka nógv verd, sum øll onnur.
Minn teg sjálva á, at tú hevur líka góðan rætt til at trívast sum øll onnur.
Sig við teg sjálva, at eingin eigur at happa teg – sig tað eisini innantanna – sig tað ofta, so tú ikki gloymir tað! Minnst til, at tú mást steðga happingini og ikki bara at sleppa undan at verða tann happaði.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…