Search
Close this search box.
Hey: D Hmm? Eg skal til Spanien í summar, men eg tori ikki at ganga í bikini. Tí eg havi hár undir arminum :I Eg havi onkuntíð barberað mær, men tað eru altíð sovornir stubbar eftir undir arminum. Hvat skal eg gera? Hvat er tað besta produktið at brúka til at fjerna hár undir arminum og hvussu ger man tað? Eg veit ikki um eg skeri skeivt. Hopi tit kunnu svara mær uppá spurningin.

Hey!
Hetta við at barbera sær kann vera eitt sindur torført til tíðir, serliga undir ørmunum, tí húðin kann vera nokkso tunn har, og so er økið ikki so slætt, sum til dømis á beinunum. Tað er eisini heilt vanligt, at tað eru stubbar eftir, serliga um tú ikki er so von við at barbera tær. Tað tú skal hugsa um er, at gera tað varisliga og geva tær góða tíð. Eisini er umráðandi at hava eitt gott barberblað og gott barberskúm. Tað er eisini umráðandi at halda barberblaðið reint, til dømis við at skolda tað við heitum vatni áðrenn og aftaná tú brúkar tað. Summi brúka voks ístaðin fyri at raka sær… tað er ein smak sak, hvat man dámar best, og hvat man heldur riggar best. Men báðir hættir krevja eitt sindur av venjing. Júst hvat tað besta produktið er, kann eg ikki siga tær. Men tað kanst tú fáa vegleiðing í, í teimum handlunum har tú kanst keypa hesar vørur, til dømis Heilsa í SMS ella Drós um tú nú býrt í Havn. Tú kanst eisini keypa produktini í øllum vanligum matvøruhandlum.

Góða eydnu og góðan túr til Spanien!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…