Hey, lekkurt hjá tær at sleppa til Paris í summar. Tú kanst keypa ymisk sløg av hárfjernarum. Tað eina er eitt slag av krem, sum man smyr á økið, har man vil hava hárini burtur. Tað er umráðandi at kremið ikki situr á ov leingi (max. 10 min.) tí so kanst tú fáa útslett ístaðin. Tað ber eisini til at barbera hárini burtur, ella at raka tær. Øll hesi produktini fáast í stórum matvøruhandlum, ella í handlum har man keypir kropsrøkt (t.d. shampoo og smyrsl). Um tú fert inn í ein handil, har man keypir kropsrøkt, so kanst tú spyrja fólkini sum arbeiða har, hvussu man brúkar produktini, og hvat er best at brúka í tínum føri.
Um ein vegleiðing fylgir við tí sum tú keypir, so minnst til at lesa hana gjølla. Góða eydnu og góðan túr.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin