Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr

Harðskapur

Spurningur:

Ein av mínum vinkonum, tad er besta vinkonan, hevur trupuleikar í heiminum. Eg haldi at pápi hennara drekkur illa men eri ikki sukkur av tí at eg royni at vera heima hja teimun minst sum møguligt. Eg veit at hann slær mammu hennara og havi mistanka av at hann eisini slær hana, tí eg havi lagt merkis til forskelli merkir at hennara kroppi. Hann rópar illa eftur teimur og øðrum ið koma inn, tað er grundin fyri at mær ikki dámar at fara heim til tey, eg havi sagt við hana at hon skal siga mær fra ta hann ger okkurt og so kunnu tey koma til okkum men hon tekur ikki ímóti hjálpini, hon hatar pápa sín so nógv at hon um eg sigi okkurt sum td. "Hvussu gongur vid pápa tínum?" So svarar hon vid " eg havi ongan pápa bara eina lús ið blívur við at fylgja adtaná mær og genera okkum" tey hava roynt at rymt og sluppu vekk í nakrar mánaðir men hann kom ÓBJÓÐAÐUR inn til tey legði seg í sofuna og rópti eftur fjarstýringini. Tey fáa hann ikki ut aftur og mær dámar ikki at hann er har hvat skal eg gera???

Svar:

Góða genta.
Tað er ógvuliga gott, at tú roynir at tosa við tína bestu vinkonu um tað, ið fer fram í heiminum hjá henni. Hetta kann hjálpa henni, so hon hevur onkran at lufta sínar tankar við, og so hon ikki situr einsamøll við sínum kenslum. Tá hetta er sagt, so haldi eg ikki, tað er nógv annað, ið tú kann gera enn at stuðla henni, soleiðis sum tú ger, og kanska bjóða henni at vera hjá tær inn í millum, um hon eisini vil koma vekk úr heiminum eitt sindur.
Unga gentan, ið er tín vinkona, er tengd at, at mamma hennara livur saman við einum manni, ið fremur harðskap ímóti henni og hetta gongur sjálvsagt útyvir familjuna. Tó er hetta er ikki nakað, ið tú ella vinkona tín kunnu gera nakað við. Í tínum brævið framgongur tað, at mamman hevur roynt at sleppa sær úr støðuni, sum hon er komin í við hesum manninum, men at tey komu saman aftur. Soleiðis er søgan ofta við harðskapsraktum parløgum, tí tað kann vera ógvuliga ringt at koma burturúr parlagnum. Hetta ger tað sjálvsagt ikki í lagi at fremja harðskap, men sum uttanfyri standandi kann tað vera trupult at ávirka vaksnu kvinnuna til at fara úr parlagnum.
Um vinkona tín hevur brúk fyri onkran at tosa við, kann hon kontakta kvinnuhúsið á tlf. 31 72 00. Tey hava drúgvar royndir við at hjálpa harðskapsraktum kvinnum. Har er alt, eins og her, anonymt og øll hava tagnarskyldu., Eg trúgvi, tey eru kunnu hjálpa vinkonu tíni best.
Tú siggur eisini teg hava illgruna um, at pápin slær hana. Um tað er illgruni, um at eitt barn er útsett fyri harðskapi, so EIGUR hetta at fráboðast til barnaverndina í økinum har barni býr. Barnaverndina finnur tú her: a “http:www.bvs.foDefault.aspx?ID=147″>http:www.bvs.foDefault.aspx?ID=147a>
Hetta kann sjálvandi eisini fráboðast til løgregluna á 114

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin