Góða tú, ið nevnir teg “hate-my-life”
Tá eg lesi bræv títt, fái eg varhugan av, at tú ikki hevur tosað við nakran, um at tú ert kedd og hevur tað ringt. Nógv børn og ung fólk eru kedd uttan at vita hví, og ofta tosa tey ikki við nakran um hetta. Hetta er spell, tí ofta hjálpir tað ógvuliga væl at tosa við onkran man lítur á um sínar trupulleikar. Hvønn heldur tú, tú kundi tosa við? Royn at hugsa um, hvønn tú hevur rundan um teg. Hetta kann verða foreldur, onkur annar í familjuni, ein lærari ella onkur heilt annar.
Tað er sera vanligt at verða keddkeddur av og á. Men um hetta er nakað sum fyllur nógv í tínum lívi, og kanska hevur staðið uppá leingi, so er tað nakað tú burdi tosað við ein vaksnan um. Skilji eisini á brævi tínum at tú hevur skorið teg – hetta er eisini eitt tekin um at man hevur tað ringt, og tað eigur man at taka í álvara.
Tú ert 12 ár. Onki í tínum lívið er avgjørt enn, og hetta merkir at tingini kunnu blíva betri og ljósari fyri teg. Um tú biður um hjálp nú, so rokni eg ikki við, at tú nevnir teg ”hate-my-life” í framtíðini – men allarhelst okkurt meiri jaligt.
Tú ert altíð meiri enn vælkomin at ringja inn á ráðgevingina á tlf. 116 111.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin