Search
Close this search box.
Heey fyrst vil eg siga tað er meeega gott at tit hava gørt hessa heimasíðuna:) Men mítt problem er at beiggi mín hevur eina damu sum er 15 ár, og hann er 17, fyllir 18 og hon er bara 2 ár eldri enn eg og hon irriterar meg meeega ofta. Hon ger sum beiggi mín blívur súrur á meg. Eg elski beiggja mín so eg royni at akta hann, men eg hati hana hon er ein helvidis jaa! Mamma mín sigur sodan er tað altíð tá beiggin ella systurin fær damu men tað er tað ikkki og hon irriterar meg við vilja og eg tími ikki meira :'( Hvussu kann eg fáa hana at lata meg vera eg vil vera vinir við hana eg havi roynt at tosa við hana men einki riggar. Góðu hjálpið mær???

Hey góða ”hati hana”
Eg skilji væl, at tað er trupult at vera væl við damuna hjá beiggja tínumm, tá hon irriterar teg. Tú sigur ikki í brævinum akkurát, hvat hon ger, ella um hon ger nakað, tá beiggi tín er hjá, ella um ting henda, tá tit eru einsamallar.
Tað kann vera trupult at góðtaka, at beiggin fær sær damu, um man er vanur við at hava hann fyri seg sjálva. Tað kann kanska vera trupult hjá damuni hjá beiggja tínum at skula deila hann við teg, kanska hon er øvundsjúk, um tit bæði eru væl.
Tað fyrsta, eg hugsaði at ráða tær til, var at tosa við hana, men tú sigur, at tað hevur tú gjørt. Men hevur tú roynt at tosa við beiggja tín? Hann kundi kanska eisini hjálpt tykkum at tosa saman? Royn og tosa við beiggja tín um at tína støðu….

Góða eydnu  :o)

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…