Góða tú, ið hatar mammu tína!
Títt problem er stórt og tungt hjá tær at bera.
Eg rokni við, at tú hevur roynt at tosa við mammu tína um trupulleikan, men at tað ikki hevur hjálpt. Eg rokni eisini við, at tú gevur roynt at fáa hana í betri lag.
Tað at mamma tín grenjar og skeldar er av onkrari orsøk. Hon hevur kanska onkrar trupulleikar, sum eg ikki veit hvørjir eru. Tú sigur jú, at hon hevur seriøs problemir, men tú sigur ikki hvørji.
Mamma tín hevur ábyrgd av sær sjálvari, men hon hevur eisini ábyrgd av tær, um tú ert yngri enn 18 ár.Hon má sjálv gera broytingar fyri at fáa tað betri, og hon má sjálv viðganga, at tað er ein trupulleiki, at hon er í so ringum lag.
Eg veit ikki, hvat hon sigur við teg, tá hon skeldar teg, men tað er somikið sárandi og strævið fyri teg, at tú ynskir at flyta heimanífrá, og tú sigur, at tú hatar hana.
Eg haldi, at tað besta, ið tú kanst gera, er at fortelja mammu tíni, hvussu tú hevur tað við at hon er í so ringum lag, og at tað ávirkar teg so nógv, at tú ikki orkar at búgva heima longur. Royn at finna eina góða løtu, har tit fáa frið at tosa. Kanska fer mamma tín at vera takksom fyri, at tú sigur tað við hana. Kanska fer hon at skilja, at tað er álvara í tí, sum tú sigur.
Um støðan ikki batnar, kanst tú altíð skriva aftur til okkum ella kanst tú ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, har tú kanst tosa við okkum um alt, sum tú vilt. Vit svara mánadagar og hósdagar kl 14-22 á tlf 116 111.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin