Góði tú!
Tað ein er barn (tað vil siga, ikki fyltur 18 ár) so eru tað foreldrini, ið hava ábyrgdina av tær.
Heilsumyndugleikar í mongum londum viðmæla at børn og ung ikki drekka tað vit kalla orku-drykkir. Hetta sum tú nevnir er eisini ein orku-drykkur. Vit hava eisini fleiri handlar í Føroyum, sum ikki loyva børnum og ungum undir 18 ár at keypa orkudrykkir. Hóast tú sjálvur hevur fingið loyvi frá handlinum at keypa hesa vøru, so er tað enn foreldrini hjá tær sum hava síðsta orðið. Tað er best fyri tína heilsu, at tú heldur teg frá slíkum vørum og í staðin drekkur tað sum er gott og sunt fyri teg.
Um tú kennir at tú manglar orku, so er best at byrja við at hugsa um tína sorgartíðin. Tað er sera umráðandi, at børn og ung sova nóg mikið, tí kroppurin er undir stórum broytingum og vøkstri, tá ein gerst tannáringur. Tað er somuleiðis gott at íðka ítrótt, tí tá ein brúkar nógva orku, so venur man kroppin, og samstundis sum man venir kroppin, so orkar kroppurin enn meira.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin