Search
Close this search box.
Heey. Eg havi eitt problem eg havi ongar vinir.
eg hevði eina bestu vinkonu vit vóru altíð saman vit kundu ikki vera vekk fra hvørjum øðrum í ein dag vit vóru altíð saman.:)
men nú eru vit ongantíð saman eg veit ikki hví hon hevur nógar aðrar vinkonur, so eg eri rættliga kedd eg gráti ofta ímeðan ongin er hjá men tað ringa er at vit ganga í flokki saman so hon sær meg altíð og baktalar meg , eg vil vera vinir við hana aftur men eg eri altíð kedd men ongin sær tað tí eg goymi tað. vissi eg havi gratið og onkur sær tað so sigi eg at eg bara tári tí eg ikki toli okkurt. og eg havi sjálvmorðs tankar
hjálp mær eg klari ikki hetta meira eg taki lívið av mær skjótt vissi eg ik fái hjálp skjótt,,

Góða tú, ið kallar teg “havi ongan”
Orsaka seina svarið. Tað er ringt at missa ein vin ella vinkonu, sum man er góður við. Í tínum føri er tað serliga ringt, av tí at tú sært hana nærum hvønn dag í skúlanum – men ikki kann vera saman við henni sum vinkona longur.
Hevur tú sagt henni frá, hvussu tú hevur tað, og at tú gjarna vil vera vinkona hennara? Tað er ikki sikkurt at vinarlag tykkara ímillum er tað rætta fyri nakra av tykkum, men eg haldi tað hevði verið eitt gott hugskot um tú tosaði við hana um, hvussu tú hevur tað. Haldi eisini at tú skalt siga við hana, at hon skal lata vera við at baktala teg – tí hetta er eitt slag av happing.
Annars so haldi eg eisini at tú skuldi tosa við ein vaksnan um tína støðu. Tú skrivar sjálv at tú hevur sjálvmorðstankar. Hetta er álvarslig tekin um mistrivnað  – so hetta eigur tú at taka í álvara. Tosa við foreldur tíni, ein lærara ella onkran annan vaksnan, sum tú hevur álit á. Ofta kann tað at tosa um tingini vera nokk til at man fær tað nógv betur.
Eru ongar aðrar gentur í flokkinum ella tætt við har tú býr, sum tú kanst verða saman við? Um tú slettis kann koma í tankar um onkran á tín aldur, sum tú kanst hava sum vinvinkonu, so skalt tú siga tað við flokslærara tín og foreldur tíni.

Góða eydnu framyvir!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…