Search
Close this search box.
Eg klári ikki mammu mína longur!! hon er blivin soo breka eg haldi seriøst at hon byrjar at blíva svøk!! hon høttir við at sláa meg og hon kemur bara og skeldar fyri onga grund og hon er aldrin har fyri meg ! heldur ikki pápi mín !! eg havi bara eina vinkona sum veit um at eg hati mammu mína !! eg hati at vera heim tá ið hon er har eg hevði heldur vilja búð á gøtuni!! eg havi soo ofta hugsa um at gera sjálv mord!! eg hati at vera heima eg hati tað so nógv !eg hati mammu mína sooo nógv og eg vil gera alt fyri at sleppa á barna heim ella pleygu familju ella okkurt!!

Góða tú!
Takk fyri brævið! Gott at tú skrivar til okkara, so at tú kanst fáa luft. Tú hevur ongan spurning, men eg vil eftir besta førimuni royna at siga tær, hvar tú kanst fáa hjálp og hvat tú kanst gera sjálv.

Sum tað ljóðar er títt samband við tíni foreldur versnað, og sjálvt um tú ikki sigur, hvat tú meinar við, tá tú sigur, at mamma tín byrjar at blíva svøk og hví tú hatar hana so nógv, so er týðiligt, at tú ert hart trýst. Tað er helst onkur álvarsligur trupulleiki millum tykkum heima, sum kann fáa teg at ynskja at búgva á barnaheimi ella fosturfamilju. Hvat tykkara trupulleiki enn er, so er tað ábyrgdin hjá tínum foreldrum, at tú hevur tað gott heima, og hóttanir um harðskap er tekin um, at nú skal vend koma í. Tað kann ikki halda áfram soleiðis. Um tú ikki fært tosað við tey um tað, og tú følir, at tey ikki stuðla tær, verður tú noydd at tosa við onkran vaksnan, ið kann taka teg í álvara. Tað kann t.d. vera heilsufrøðingurin í skúlanum. Tú kanst senda henni eitt teldubræv, akkurát sum tú gert nú, har tú greiðir frá støðuni og at tú ynskir, at hon skal hjálpa tær. Tað kann væl vera, at tað eisini verður ein lætti fyri tíni foreldur, at tú biður um hjálp. Tað er fyri nógvar tannáringar rættiliga trupult at vera beint har, ið tú ert nú, 13 ára gomul. Strævið við skúla, kroppurin og sinnið broytist og nógvir tankar koyra runt. Tí kann ein heilsufrøðingur helst verða góð hjá tær at tosa við, tí hon veit akkurát, hvat tú skalt ígjøgnum umframt trupulleikarnar, ið tú hevur heima. Tú kanst fara inn á www.gigni.fo, sum er síðan hjá heilsufrøðingunm, og har finnur tú tín heilsufrøðing, telefon og teldupostadressu. Tú kanst vera anonym ella ikki. Tað avgert tú sjálv. Tú kanst eisini venda tær aftur til okkara ráðgeving, um tú hevur brúk fyri tí. Tú skuldi kanska roynt at kjatta, so at tú betri kanst greiða frá støðuni. Tá er tað lættari at geva tær eina góða ráðgeving.

Miss ikki mótið! Tað eru nógv góð fólk, sum tú kanst biðja um hjálp frá.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…