Góða/góði Heartbroken
Tú skrivar ikki nágreiniliga, hvør støðan er, og tí er ringt at koma við einum beinraktum svari til tín. Skal tó royna at svara sum frægast.
Tað er ringt at siga, hvussu leingi tað tekur at koma víðari, tá ein missir ein man elskar. Umstøðurnar kunnu vera sera ymiskar, og júst hesar umstøður hava eisini eitt sindur at siga, í samband við at missa ein man er góður við.
Eru umstøðurnar ógvusligar ella líkafram ólukkuligar – t.d. um talan er um knappiligt deyðsfall – so skal man sum menniskja ígjøgnum eina tíð við sorg, har man hugsar nógv um tað sum man hevur mist. Hetta kann taka mánaðar, men eisini ár í summun førum.
Er talan um at tann eini t.d. verður noyddur at flyta til annað land, so er talan um eina heilt aðra støðu. Í hesum sambandi hevur man jú møguleika at tosa saman umvegis telefon og skriva mails til hvønn annan. Hetta kann verða ógvuliga hart, men tað at man kann býta saknin við hin, og tosa um tað kann verða ein stór hjálp.
Tað er sera ymiskt, hvussu langa tíð tað tekur at koma yvir ein, sum man hevur verið ordiliga forelskaður í. Tað týdningarmesta í øllum tilburðum, ið snúgva seg um miss er, at man fær møguleika at tosa við onkran um tað at liva við sakni ella sorg. Hetta kann antin verða tann man hevur mist, ella onkur heilt annar.
Um svarið ikki er nøktandi, so ert tú vælkomin at ringja inn til ráðgevingina á tlf. 116 111.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin