Search
Close this search box.
Heey (: ! – Eg eri plask forelska í einum dreingi, og eg haldi eisini at hann dámar meg. men akkksum… vit kenna slett ikki hvønnannan, eg havi bara lagt merki til at hann ordiliga oftad roynir at koma tætt vid meg í skulanum og hyggja eftir mær, og ja, eg fangi hann altid i at kikka eftir mær. – men eg veit ikki hvat eg skal gera fyri at faa hann at kenna : ! eg eri nokk so smædin, tá id tað geldir fólk eg ikki kenni, og tad haldi eg eisini hann er, og eg áni ikki hvat man hevdi skula tosa um, um man kom til tad stykki. :o) so .. hava tit nøkur fesk ráð til min, um mitt kærleikslív xD ? (:: hehe. :iii

Hey hey :)! 
Sum tað er herligt, at tú ert so forelskað í einum dreingi í skúlanum, og at hann vísir tær áhuga. So halt áfram við at vísa, at tú hevur hug at tosa við hann, royn at vera har, sum hann eisini er, fá eygnakontakt og gev honum eitt smíl!  Kann henda seg, at tit skjótt fara at siga hey og mest sum av tilvild koma at fylgjast eftir gongini til dømis. Tað er sera nógv at tosa um, hvar gongur leiðin, tosa um tykkara skúlaarbeiði, um lærararnar, nær tit eru liðug og hvat tit so gera. Tosa um áhugamál t.d. tónleik, ítrótt, film, útbúgvingar seinni,  ja tykkara dreymar fyri framtíðina ella bara okkurt stuttligt, sum tit hava hug at tosa um og bæði tíma at tosa um.
Góða eydnu og gev tær góða tíð at njóta støðuna!

Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…