Search
Close this search box.
Fyrst vil eg takka fyri ein góðan brævkassa, sum hevur hjálpt mær eitt sindur. Eg havi nakrar trupulleikar: Fyri tað fyrsta, so havi eg meegamega ringt sjálvsálitsjálvsvirði, av tí at eg havi tað ringt við mína útsjónd, havi onga bringu, onga reyv og ongi lør í mun til tey á mínum aldri, og tað næsta er so at eg hati øll í mínum flokki. Tey gera altíð grin burturúr mær og flenna eftir mær eftir at eg var so gronut fyrr, so siga tey altíð: og minnast tit hinuferð, tá hon var so og so” og so flenna tey. Sjálvt mín besta vinkona flennir, og tað toli eg ikki meira.. Men problemi er at eg dugi ikki at siga tað við tey. Eg sigi ongantíð nakað við tey, og so tá tað einaferð kemur, so er tað so nógv, at eg yvirdrívi ordiliga, og so angri eg tað aftaná, so hjá mær er nokk best at tiga. 1.Eg bleiv nokkso illa happað av mínum sinnalagi fyrr, og eitt sindur enn, men eingin legði nakað í tað nakrantíð. Tað bleiv sagt við flokslæraran, men hann ignoreraði tað bara. 2. Vit eru fleiri gentur í flokkinum, og fyrr hildu vit altíð saman tvær og tvær, og eg var ordiliga góð vinkona við eina, og so eru tvær aðrar gentur í flokkinum eisini(tær hava stóra rollu fyri meg) og tær vóru bf líkasum eg og hin gentan vóru bf. So einaferð flutti ein av hinum báðum, og so snakkaðu tær ikki so nógv saman meira og sovorðið, og tá kom gentan, sum hevði “mist” sína vinkonu og tók mína…so nú eru tær báðar bf og hava verið tað líka síðan, og ein onnur oordiliga góð vinkona hjá mær, flytir skjótt til eina aðra oyggj, so vit fara ikki at síggjast ofta, so tá havi eg onga vinkonu her í býnum, og úrvalið av hinum gentunum er lítið, og eg tími ikki so gott at fáa mær nýggjar vinir og byrja av nýggjum. Hvat skal eg gera fyri ikki at blíva tann einsamalli taparin? 3. Eg havi onanerað ofta…geri tað minst ein ferð um dagin oftast tvær ferðir. Tað mugu ganga tímar frá fyrstu orgasmuni of til eg fái eina aftur av at onanera. Er okkurt galið Ella er ein annar teknikkur, ið eg kann brúka? 4. Tá eg var 12 ár var eg mega pornofiserað…eg hugdi at porno á telduni og einaferð uppdagaði mamma mín tað, og eg lovaði, at tað skuldi ongantíð henda aftur, men nú geri eg tað aftur, eg tendri uppá gentur..haldi eg, sjálvt um eg ikki vil. 5. Eg vil so gjarna hava sex við onkrum…tað sær so gott út á pornosíðum. Eg veit, at tað nokkso fake á sovorðnum, men allíkavæl, onani er bara ikki nógv miki fyri meg. 6. Eg havi ein gamlan skitnan vana. Tað er at fara á internetkjattsíður og finna mær onkran til netvin, og eg veit ikki hví, men góðtaki helst dreingir, sjálvt um eg veit, at flestu av teimum vilja hava meg at lata meg úr..so sigi eg altíð nei, men summir av teimum eru ordiliga fittir, og eg havi ein mega góðan dreingjavin og ein gentuvin á netinum.   (jah tit..men eg havi nógvar spurningar) men eg havi ongan sjeik, og tað virkar ikki sum nakar vil hava meg, tí eg havi fastan boyla, sum eg tíbetur sleppi av við skjótt, men tó, eg havi fríggjað 4 ferðir, meðan eg var skít. Tað var bara mega lekkurt. Tíverri so hava tær flestu genturnar í flokkinum ein at fjasast við..tað havi eg ikki, ella bara sovorðnir á netinum, og tað tími eg ikki meira. Hvat burdi eg gjørt, fyri at finna eina gentu, sum hevur fastan boyla( sum skjótt skal av) og er mega kløn og hevur onga bringu?? Ber tað yvirhøvur til hjá einum á mínum aldri? By the way, bringan hjá mær er bara vaksin eina hálva stødd í 4 ár..hvat feilar mær..og eg passi bara h&m støddir..so hon vaks frá A65 til A70, so eg eri mega fløt og onkuntíð arga dreingirnir meg við tí. Vóni at tit svara skjótast!

Hey hey!
Eg velji at svara tær í punktum eins og tú hevur sett spurningarnar upp í punktir.
Tú sigur, at tú hevur mega ringt sjálvsálitsjálvsvirði og at sinnalagið er ringt. Tað at tú dugur at síggja, at tú hevur ringt sinnalag, er eitt stórt stig tann rætta vegin. Við at viðganga tað yvirfyri tær sjálvari, kanst tú eisini byrja at arbeiða uppá tað. Tú kanst byrja at seta tær smá mál fyri ikki at øsa teg í ymiskum støðum. Lær teg at telja uppí tíggju og at hugsa, áðrenn tú loypur framav. Fyri at bøta um títt ringa sjálvsvirði, mást tú fyrst og fremst læra at dáma teg sjálva. Royn og hygg at teimum tingunum, ið tú dugir væl, og arbeið so við tí, so tú blívur uppaftur betri til tað. Tey í tínum flokki hava sjálvandi ikki rætt til at siga keðilig ting við teg. Tú kundi roynt at sagt tað við tey uppá ein hampiligan men avgjørdan máta, at tað særir teg, tá tey siga tað og tað um teg.
Tá ein er tannáringur, hittir ein nógv nýggj fólk og fær nógvar nýggjar vinir. Vinirnar ein hevði sum barn, blíva ofta skiftir út við nýggjar vinir, tí tað er ofta soleiðis, at ein veksur frá hvørjum øðrum. Tú skalt ikki hugsa, at tú ert tann einsamalli taparin, men heldur hyggja teg um og verða opin fyri at møta nýggjum vinum.
Eg veit ikki hvat fyri “teknikk” tú brúkar sum er. Tað eru nógvir mátar at onanera uppá. Tað besta er nokk, at tú bara prøvar teg fram sjálv, sum tú lærir tín kropp at kenna.
Tað er ósunt at hyggja at porno. Porno hevur einki við veruleikan at gera. Eg vil ráða tær til at royna at lata verða við at hyggja at porno.
Tann kynsligi lágaldurin er 15 ár. Tú ert sostatt undir tí kynsliga lágaldrinum. Tað er best, um tú bíðar sum longst við at hava sex við onkrum. Fyrstu ferð ein genta fer í song við einum drongi, fær hon sum oftast ilt. Tað eru eisini fáar gentur sum fáa orgasmu av at hava kynsliga samlegu. Flestar gentur mugu fáa beinleiðis stimulatión á klitoris fyri at fáa orgasmu. Njót at hyggja at fittum dreingum. Halda í hond og mussast. Lat restina so koma av sær sjálvum, tá tú ert nóg gomul og búgvin til tað.
Tù mást vera sera varin tá tú kjattar við internet-”vinir”, sum tú ikki kennir. Tað eru nógvir vaksnir og gamlir menn, sum siga seg at vera ungar dreingir fyri at koma í samband við tannáringar sum teg. Hugsa um tað næstu ferð, ið onkur biður teg lata teg úr frammanfyri web- kameranum. Tù hevur ikki anilsi um, hvør tað er, sum situr hinumegin.
Tað er ikki gott fyri teg at drekka teg skít fyri síðani at fríggja við dreingum. Tú kanst lættliga koma til at dumma teg og gera ting, sum tú síðani fert at angra. Royn og hugsa um onnur ting í staðin fyri mannfólk og sex. Finn tær sunn áhugamál: Íðka ítrótt ella ger ting, sum tú tímur at gera. Tað er ikki gott at fylla heilan ov nógv við sex, dreingjum, onani og porno.
Vónandi hevur tú fingið nøktandi svar til tínar spurningar. Skriva endiliga aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…