Search
Close this search box.
Hey eg havi tað ikki so gott. Eg haldi eg havi fíngi, Angina Og Hjarta problemur eg missi ondina ravuliga lætt nú eg vakni onkuntíð við øðiliga pínu í bringuna, eg havi eisini svíma tværferð. Einaferð gjørdi ein drongur hjartamassagu men tað vær tvatl, men eg føldi eit brak í bringuna og svímaði av tíð. og einaferð eg rann á vøllinum og svímaði eg rann ikki langt, eg eri ravuliga keddur og hugsi allaðtínar eg klári ikki at sova ordiligt og øll teknini fyri stress og Angina

Hey

Tú fortelur at tú ikki hevur tað gott, orsaka av at tú upplivir at hava bæði likamligar og sálarligar ampar. Tað er sera keðiligt tú stíðist við hesar trupulleikarnir, tí tað er uttan iva tungt at bera uppá, um einki verur gjørt við tað. Eg haldi at tað er ordiliga gott at tú ert so tilvitaður um hvussu tú hevur tað, og at tú hevur skrivað inn til okkara. 

Pínan sum tú upplivir kropsliga, tvs. tann pínan sum tú fortelur at tú hevur í bringuni í morgunin tá tú vaknar, og tað at tú ert svímaður nakrar ferðir, kann hugsast vera komin orsaka av hendingini við hjartamassaguni, har tú føldi eitt brak í bringuni, og svímaði aftaná. Um so er, so er umráðandi at blíva kannaður hjá einum lækna. Kanska tað hevði verið gott líka at fingið vent hetta við onkrum vaksnum sum tú hevur álit á, og fingið viðkomandi at komið við til læknan, um tú hevði følt teg tryggari við tí. Um hendingin við hjartamassaguni hevur ført við sær pínuna sum tú upplivir nú, fært tú hjálp fyri tað. Um tað harafturímótir verður staðfest at pínan ikki kemur av tí hendingini, so verður kanna um tað møguliga er okkurt annað sum kann gera, at tú hevur hesa pínuna.

Tú skrivar eisini at tú ivast í um tú hevur fingið stress og angist, at tú er keddur og at tú ikki fært sovið ordiligt. Tá ið man er stressaður, so merkist hetta bæði kropsliga og sálarliga. Eyðkennini uppá stress kunnu koma til sjóndar við at man er keddur, hevur ilt í búkinum og hevur ilt fyri bringuni, hevur trupulleikar við at sova og hevur hjartabankan. Tann kropsliga pínan sum tú fortelur um, kann tí eisini hugsast vera eitt tekin um angist og stress, orsaka av at teknini til stress og angist bæði kunnu vísa seg kropsliga og sálarliga.

Fleiri og fleiri ung uppliva at hava angist og stress, sum ma. kemur av at tað vera sett høg krøv til tey. Krøvini kunnu vera í skúlanum, frá foreldrum, í ítrótti, ímillum vinfólk vm., og tað er sera týdningarmikið at fáa hjálp frá einum lækna ella sálarfrøðingi, um so er. Á heimasíðuni https://www.netdoktor.dk/sundhed/symptomer_stress.htm kanst tú lesa meira um hetta.

Tú fortelur ikki um tú hevur tosað við nakran vaksnan rundan um teg um hetta, men eg vil ráða tær til at tosa við onkran vaksnan, td. tíni foreldur og sagt teimum at tær tørvar hjálp til at fáa loyst hesar trupulleikarnar, sum tú fortelur um. 

Bestu heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…