Hey hey!
Tað ljóðar tíverri so, at tú hevur verið inni á einari heimasíðu, ið hevur til endamáls at fáa børn at visa seg nakin fyri vaksnum fólki og hava kynsliga samveru á netinum.Tú sigur einki um, hvat annars er hent, ella um tú hevur lokkaður at vísa teg naknan. Vit á Tú & Eg Ráðgevingini vilja ikki kunngera sovorðnar heimasíður, og tí hava vit broytt brævið hjá tær. Vit fara heldur ikki inn á hasar heimasíðurnar, sum møguliga innihalda barnapornografi ella pædofili-tilfar . Nei, vaksnir menn hava ikki loyvi at standa naknir á webcamera og lokka børn at lata seg úr á hasi heimasíðuni ella á øðrum heimasíðum.
Kynsligt samband millum vaksin og børn undir 15 ár er ikki loyvt, hvørki á internetinum, í filmum, bløðum og ei heldur í veruliga lívinum, hvørki í Føroyum ella í øðrum londum. Um vaksin fólk gera seg kynsliga inn á børn, er tað revsivert. Tað hevur stóran týdning at tað verður steðgað, so at ikki fleiri børn verða lokkað. Tað ber til at steðga sovorðnum heimasíðum við at boða løgregluni frá. Tú kanst tosa við onkran vaksnan um tað, sum kann hjálpa tær, um tú hevur brúk fyri tí. Tú kanst venda tær til www.datueftirlitid.fo fyri at fáa ráðgeving. Tú kanst eisni venda tær aftur til okkara ráðgeving, um tú hevur brúk fyri tí.
Tað eru vaksin fólk, ið ikki hava hug at hava kynsligt samband við vaksin, men bert við børn, og tað verður kallað pedofili. Tað eru eisini vaksin fólk, ið bæði hava hug at hava kynsligt samband við vaksin og børn. Tað eru hesi fólk, ið uppá ymiskar mátar gera seg kynsliga inn á børn, og tað er sera vandamikið hjá børnum at koma í samband við hesi fólk. Tað er umráðandi, at tú ikki fert inn á hasa heimasíðuna aftur, og at tú ansar væl eftir, at tú ikki kemur í samband við fólk, ið gera seg inn á børn. Hesi boðini eru eisini til øll hini, ið lesa hetta brævið.
Ansa væl eftir tær!
Tú & Eg Ráðgevingin