Search
Close this search box.
Hey Eg eri skiftisnaemingur i utlandinum i ar, og fari at byrja student ta eg komi heim.   Flestu folkaskulavinirnar hja maer eru ikki a sama studentaskula sum eg..   So min spurningur er, hvat skal eg gera fyri at skjotast moguligt faa nogvar vinir a studentaskulanum?  

Góði Heimkomin
Tað ljóðar, sum tú hevur havt eitt spennandi ár í útlandinum, og at tú gleðir teg til at koma heim aftur á klettarnar. Tað er júst soleiðis tað eigur at vera. Tað er onki at ivast í, tá eg lesi títt brævtín spurning, at tú hugsar nógv um komandi skúlaár og hvussu tað verður enn eina ferð at hitta nýggj fólk og at fáa nýggjar vinir. Tú spyrt beinleiðis um, hvussu tú skjótast kanst fáa nógvar vinir…tað er ikki so einfalt at svara við einum svari… Eg meti fyrst og fremst, at tú eigur altíð at hugsa um : 1. at vera tann tú ert allastaðni- tann ektaði persónurin, er tann sami heima, úti og allastaðni (ikki vera, sum tú heldur, at hini halda tú eigur at vera) 2.tíni áhugamál. Ger tað í tíni frítíð, sum tær dámar allarbest. Møguliga hevur onkur annar í tínum komandi flokki eisini somu áhugamál, sum tú. Eg eri ikki heilt vís í, hvussu tey gera á tínum komandi skúla, men eg veit, at tey í nógvum skúlum gera nógv burturúr at samansjóða næmingarnar við skúlaársbyrjan. Tað havi eg skilt á lagnum hevur verið sera væl móttikið hjá næmingunum. Eg haldi ikki, at tú skalt leggja fokus á at fáa so nógvar vinir, skjótast gjørligt. Eg meti, at tú skalt leggja fokus á SJÁLV-UR at vera ein góður vinur – at vera tann tú ynskir hini erugera mótvegis tær. So kemur alt hitt av sær sjálvum! Vit á ráðgevingini hjá Barnabata ynskja tær alt tað besta framyvir. Tú ert vælkomin at venda tær aftur til okkara!  

Bestu heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…