Tú hevur nógvar trupulleikar, so tað er ordiliga gott at tú skrivar til okkum, tí tað vísir at tú vilt gera nakað fyri at fáa tað betri. Tú sigur, at tú hevur sjálvmorðstankar, at tú skerir teg, verður happad og at tú ongantíð ert glað. Hetta eru álvarsligir trupulleikar, so eg skilji væl at tú ikki hevur tad gott.
Tað at tú skerir teg og hevur sjálvmorðstankar, er tekin uppá at tú sálarliga ikki hevur tað gott og tí er tað av stórum týdningi at tú fært hjálp beinanvegin. At tú so omaná tað heila verður happad, ger bara trupuleikan enn størri. Tú skrivar at mamma tín lurtar ikki eftir tær, men royn at tosa við hana allíkavæl. Sig við hana, at tú virkuliga hevur brúk fyri at hon líka setur seg niður og lurtar eftir tí, sum tú hevur at siga henni. Royn at finna eina løtu, tá hini systkini eru úti, so tit hava frið at tosa saman. Tú kanst eisini vísa henni brævið, sum tú hevur skrivad til okkum og so tosa við hana um hvat tað er, sum ger teg so kedda. Saman kunnu tit so fara víðari at fáa hjálp, har kann heilsusysturin á skúlanum vera ein góður ráðgevi í tílíkum førum. Tit kunnu eisini fara til læknan hjá tær. Har skal tú so minnast til at nevna allar teir trupuleikar ið tú hevur skrivad um her, tí tað eru stórir trupuleikar sum tú skal hava hjálp til at loysa.
Um tú hevur huga at lesa okkurt um at skera seg, sjálvmorðstankar o.a., so kanst tú fara inn á barnabati.kinsta.cloud undir slóðina “EG & LÍVID”. Tað eru nógv ið hava tað uppá sama sum tú og sum koma væl ígjøgnum tað, so miss ikki mótid, men kempa víðari, tú skal nokk klára tað, sjálvt um tað til tíðir kann tykjast vónleyst.
Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin.