Halló tú sum hevur bíða so leingi eftir svari.
Vit royna at svara so skjótt sum vit kunnu, og her er svarið til tín:
Tað kann vera torført at vera forelskaður og ikki at vera saman við tí, ið ein er forelskaður í. Tit eru forelska, men eingin ger tað fyrsta stigi til, at tit møguliga kunnu fara at ganga saman. Tit eru eitt sindur smæðin og tað bilar einki, tí at tit hava einki at skunda tykkum eftir, nú tá ið tit eru so ung. Eitt annað sum kann vera at tit ikki tora at siga við hvønnannan, at tit dáma hvørtannað, kann vera tann faktorurin, at tit ikki hava roynt at gingi saman við nøkrum áður. Er tað rætt?
Men tit flirta saman og tað kann vera so spennandi og stuttligt, og ger ein so glaðan, so njót tað, tað kann vera nógv stuttligari enn at ganga saman. Tit eru so ung, forvitin og skullu hava tað stuttligt saman og tað ljóðar tað eisini sum tit hava. Og kemur ein møguleiki ið ger at tú kanst siga við hann, at tær dámar hann sera væl og at tú gjarna vilt ganga saman við honum, so brúka tann møguleikan. Um hann sigur nei, so veitst tú tað, tú kanst gerast kedd, men tað er ein partur av forelskinum, tá ið tað ikki gongur. Men vónandi sigur hann ja.
Men minnst til at hugna tykkum og hava tað stuttligt saman meðan tit eru ung. Tað er so umráðandi at hava góðar vinir tá man er ungur og sjálvt um man blívur so forelskaður at man næstan gloymur alt rundan um seg, so er tað ein kunstur bæði at hava eitt gott forhold til sjeikin og hini rundan um seg.
Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin