Heyhey :) Ætladi at prøva at venda meg til tykkum um hetta, vita um tad hjálpti! eg havi tad ikki so gott heima! eg eri altid glad og smílandi rundan um fólk, so tvs eingin veit hvussu eg havi tad og hvat eg havi veri ígjøgnum.. sýggja meg nokk heldur ikki til at vera tann gentan vid stórum problemum, men ju! sum sagt, havi eg tad ringt heima! mamma min, fyri at siga beint ut, skítir á meg! og pápi min tad sama! tey eru aldrin har fyri meg og hava altid negativir vidmerkningar tá eg skal okkurt, sum td eg atlid mær at flyta ut, og tad einasta hon hugsar og sigur er at eg aldrin fari at klara meg, og eg eri ikki gód nokk osv! og tad sum hon far meg, er at yvast! nu yvist eg orduliga um eg veruliga eri gód nokk og nakrantid fari at klara meg sjalv! tá vit eru úti ímillum fólk, eru tey so ødiliga kerlig og spæla fitt og mamma vil eg siga, hevur nogvir vinir og tey halda hon er so ødiliga fitt!! fitt er hon tí hon er min mamma, men hon er ikki fitt uppa sitt uppførsilsi! tad einasta hon sigur vid meg tá eg eri heima er, gev mær pengar, ger hetta og hatta! eg føli meg sum ein idiot! tad er grundin ti eg vil flyta ut og vil nidur at bugva, begrund at eg ikki havi tad gott herheima! eg eri eisini blivin voltikin fyrr (nei ikki av nøkrum i familjuni) og svikjin av einum eg havi veri saman vid! OFTA! og eg havi nakrir vinir, men summir av teimum, vil ikki ljóda ønd, men eru ikki minar typir longur! drekka ov illa og gera altid okkurt bítt! eg klari ikki uppa henda mátan longur! eg vil bara ut, og tad einasta eg yvist er! skal eg flyta ut og liva mitt egna liv sum eg vil og fylgja minum egnum dreymum! ella skal eg vera verandi heima og liva sama lív day and night, hoyra uppá grenj hvønn dag og koyra mitt sjalvsálit longur nidur av foreldrum minum! og trugv mær, eg havi reint at tosa vid tey, men mamma min er ikki til at tosa vid.. yvurhøvur! lurtar ikki og svarar altid lika illa aftur, um so eg kom næstan grátandi yvur, hevdi hon bara skulla havt sína meining uppa plass! eg havi tad ikki gott heima! onkuntid hevdi eg ynskt at øll verdin visti hvussu eg hevdi tad, tí eg klari slett ikki standa sjalv um hetta longur! hvat skal eg gera vid tad? eg veit slett ikki hvussu eg skal loysa alt! hopi at fáa okkurt rá! stóra takk fyri :) heilsan tann ólukkuliga..
Góða ólukkuliga!
Eg skilji væl, at tú ikki trívist heima, tá ið foreldur tíni ikki stuðla tær, og tað er so trupult at tosa við tey. Eg kann ímynda mær, at tað ger teg nakað kedda. Tað er sjálvandi torført hjá mær at siga nakað, um hví foreldur tíni bera seg soleiðis at. Nógvir tannáringar kenna tað sum at foreldrini ikki skilja ogella hava alit á sær. Tað er ein púra vanlig støða, at vera í. Foreldur skulu venja seg við, at børn teirra eru við at verða vaksin, og tað kann vera trupult fyri tey til tíðir. Nú veit eg ikki, um tað er støðan heima hjá tær, men eg hugsi, um mamma tín og pápi tín møguliga eru stúrin um, at tú skalt flyta út, men visa tað á skeivan hátt? Møguliga duga tey ikki at síggja, at tú ert við at vera ein vaksin og sjálvbjargin kvinna, sum kann klára seg sjálva. Tú ert 19 ára gomul og hevur sum so aldur til at flyta heimanífrá. Um tú kennir teg klára til tað, so er einki í vegin fyri, at tú flytur út. Tað er ikki sikkurt, at foreldur tíni eru klár til at hoyra tað. Men tú kanst royna at forklára teimum, so greitt sum tú einaferð fært. Møguliga kanst tú visa teimum hetta brævið, um tú tekur avgerðina at flyta út. Tað er sjálvandi týdningarmikið, at tú fyrireikar teg ordiliga til at flyta, áðrenn tú leypur avstað. Hvar skalt tú búgva? Hevur tú fasta inntøku til at rinda húsaleigu o.s.fr. Tað ljóðar, sum hevur tú eina rúgvu at hugsa um í løtuni.
Tú nevnir, at tú varð neyðtikin og eg hugsi, um tú nakrantíð hevur fortalt nøkrum um hetta. Tað er sera álvarsamt at verða neyðtikin og av alstórum týdningi, at tú fært tosað um tað við onkran, ið tú hevur álit á. Er nakar annar í familjuni, sum tú tosar væl við, ein omma ella mostur til dømis? Tú er eisini altíð vælkomin at ringa ti okkum.l
At enda vil eg ynskja tær góða eydnu. Tað ljóðar sum tú ert ein ung genta við dreymum og vinfólki og ætlanum um at liva eitt gott lív. Tað kann vera, at tú og nøkur av tínum vinfólkum vaksa eitt sindur frá hvørjum øðrum, men tað kann broytast aftur. Tó er tað týdningarmikið, at tú hevur onkran at tosa við, nú tú ert í eini truplari støðu. Vónandi kann svarið brúkast og tú ert vælkomin at skriva aftur, um tú hevur hug til tað.
Alt tað besta og ver góð við teg sjálva!
Tú & Eg Ráðgevingin