Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

hey

Spurningur:

Hví er ein boppa størri enn hin?

Svar:

Genturkvinnur eru so ymiskar á skapi og tað eru boppurnar eisini. Man sigur 
at kvinnukroppurin ikki er liðugur at búnast fyrr enn man er farin upp um 
tey 20 árini. At ein boppa er størri enn hin, er ganska vanligt. Men eg vil 
leggja aftrat, at um munurin er ov stórur, kann tað væl verða at okkurt 
ikki er sum tað skal verða – tískil kann man snakka við sín lækna um tann 
trupulleikan.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin