Search
Close this search box.
Hey ! Kundi tað ikki veri gott, um lesarir kundu svara uppá brøvini ? Altso, tad kundi veri nøkur, sum lesa eitt bræv, sum hava havt teir somu trupuleikanir, og vita ein gódan máta at koma yvir tad ? Eg haldi, at tad hevdi faktist hevdi verdi nokkso gott.

Hey hey!

Takk fyri títt hugskot! Altíð spennandi at frætta frá tykkum ungu. Soleiðis sum Tú & Eg Ráðgevingin er uppbygd, er ikki møguleiki hjá lesarunum at svara spurningunum. Tað eru nógvir ymiskir mátar at byggja upp eina ráðgeving. Her eru tað vaksin fólk, ið øll hava eina barna- og ungdómsfakliga útbúgving um børn og ung, ið svara øllum brøvunum og sita við telefonirnar og teldurnar og ráðgeva. Tó ber væl til hjá tær og øðrum ungum, ið hava viðmerkingar til skrivað brøv, at gera viðmerkingar, sum onnur ung kunnu fáa gleði av at lesa. Tað kunnu tit gera við at senda tey sum vanligt umvegis teldubræv, og so leggja vit tey út, saman við okkara svarum og viðmerkingum.

Vit eru tó farin undir at menna børn hjálpa børnum, sum er ein ráðgeving har tit kunnu hjálpa hvørjum øðrum – nærri kunning kemur seinni.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…