Search
Close this search box.
Tit bóðu meg fara til lækna at kannað blister har niðri. Eg tori ikki at fara, tí eg havi nógv cuts á lørunum hjá mær. Mamma verður heilt svøk um hon finnur útav tí. Eg eri pissibangin. Er tað onki annað eg kann gera??

Góða tú. Takk fyri brævið.

Tú skrivar at tú ikki torir til læknan, tí at tú hevur skorið teg í lørini, og tú er bangin fyri at mamma tín skal finna útav tí. Sjálvskaðan er álvarsom, og tað er umráðandi at tú tosar við ein vaksnan um hetta, so at tú kann fáa hjálp.

Her hava vit samla nøkur ráð til tín:

1. Bein burtur tað, sum tú brúkar at skera teg við:

Tað er týdningarmikið at tú skapar eitt trygt rúm fyri teg sjálva.

2. Finn okkurt annað at gera enn at skera teg:

Um tú fær tørv á at skera í teg, so er tað eitt gott hugskot at tú gevur tær okkurt annað at hugsa um, ella okkurt annað at gera. Tað kann vera okkurt sum tær dámar at gera. T.d. at mála, tekna, skriva dagbók, ganga ein túr ella okkurt líknandi. Hvat dámar tær at gera?

3. Fortel tað fyri einum vaksnum. Tú kann t.d. siga…

“Eg havi brúk fyri at tosa við teg um nakað, sum eg haldi er ringt at tosa um, so eg havi brúk fyri at tú lurtar.”

Um tú skuldi fortalt tað fyri onkrum, hvør kundi tað so veri? Vit hugsa at tað kundi verið eitt av tínum foreldrum, onkur annar í familjuni hjá tær, heilsusjúkrasysturin ella sálarfrøðingurin í skúlanum.

4. Ger eina ætlan.

Um man skerur í seg, so er tað eitt gott hugskot, at finna útav, hvat orsøkin er.  Tú kann byrja at spyrja teg sjálva: Hvat er tað, sum ger at tú fær tørv á at skera í teg?

Um tú veit hvørjar støður geva tær hug til at skera teg, er tað eitt gott hugskot at vísa hesum støðum serligan ans. Hav eyguni opin og føl eftir. Nær skal tú trekkja teg aftur, nær skal tú tora at fara fram?

 

Upprunaliga ynskti tú ráð um, hvat tú kundi gera, nú tú hevði fingið “vatn blister á kynsgøgnini”

Okkara ráð til tín, í báðum førum, eru at tosa við ein vaksnan. T.d. eitt av tínum foreldrum, onkur annar í familjuni hjá tær, heilsu- ella sálarfrøðingurin í skúlanum hjá tær ella tín egna kommunulækna.

Tú skrivar at tú er bangin fyri at siga tað. Men viðhvørt mugu vit gera okkurt sum vit ikki halda er lætt, soleiðis at vit kunnu bróta tey negativu mynstrini vit eru í.

Eg vóni at svarið hjálpti. Tú ert eisini vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.

Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…