Search
Close this search box.
Eg eri 14 ár og eg dámi ein drong og eg haldi at hann dámar meg. Men eg veit ikki hvussu eg skal koma víðari, eg vil hava at eg burdi komin til tað næsta skritti, men eg veit ikki hvussu?? Eg fái summarfuglar tá eg hugsi um hann. Eg havi ongantíð haft sjeik fyrr.

Góða hey hey.
Eg skilji væl, at tú hevur summarfuglar í búkinum, tá ið tú hugsar um hann. Helst tí, at tú heldur at hann eisini dámar teg. Tað er spennandi. Tað eru nógvir mátar tú kanst brúka, fyri at “koma til næsta skritti”. Tú skrivar einki um, hvussu væl tú kennir hann frammanundan og um hann til dømis gongur í sama skúla sum tú. Men her eru nøkur ráð: tú kanst byrja við at gera smá tekin til hansara, sum vísa tín áhuga, til dømis við at vísa betur at tú verður glað, tá ið tú sært hann og varisliga sjálv vísa áhuga við at fara og tosa við hann. Altso sjálv tíðiliga vísa, at tú dámar at vera saman við honum. Ella kanst tú senda honum eitt sms, sum hóskar til hansara stíl…. nú veit eg ikki, um hann er smæðin, stillur ella meira villur og frekur. Vónandi gevur tað honum mót til eisini betur at vísa, at hann dámar teg.

Góða eydnu.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…