Góða “Hey”..
Tá ið tú sigur, at tú ikki tímir at fara út millum fólk, er tað nokk tí at tú heldur tað vera flóvisligt at tú ert reyð um høvdið.
Í sær sjálvum er ikki nakað problem at vera reyð í høvdinum. Men tað blívir til eitt problem, tá ið tað gongur útyvir títt sosiala lív, so at tú ikki fært verið úti millum fólk.
Men tú sigur, at tað ikki er tí at tú ert flov at tú rodnar. Eg hugsi er tað nakað við húðini hjá tær, eksem ella líknandi ella er húðin sum hon skal vera men bara reyð? Hatta er eitt sindur ringt at svara uppá hjá mær tá tað ikki ber til hjá mær at sýggja teg. Ein møguleiki hjá tær er at fara til heilsusystrina á skúlanum ella læknan hjá tær. Tey kunnu hyggja at húðini hjá tær og meta um tað tað er nakað gali ella konstantera at soleiðis er tín húð.
Tú kanst royna henda møguleika og so mást tú endiliga skriva aftur um tú hevur brúk fyri tí.
Góða eydnu
Tú & Eg Ráðgevingin