Search
Close this search box.
Hey. Hetta er alletiders at tit takað ábyrgd fyri at hjálpa børnum – men so er tað tað um eg kann kallast fyri barn, eg eri 18 ár. Eg havi verði ígjøgnum mangt og hvat, foreldur míni blivu skild. blivin bukað sum barn. og sum 15 ára gomul fekk eg ábyrgd at klára meg sjálva, tá hevði eg arbeiði, so tað gekk. men tað er hart at ganga í 9.fl og gera tað. Men nú er verri, eg havi ikki tíð at arbeiða og búgvi hóast alt heima hjá eitt av foreldurunum meðan hin býr uttanlanda – og eg fái tískil tann lægra studningin. tann sum eg búgvi heima hjá er einans heima ½ á árinum. so eg havi ógvuliga lítlan pening til mat og fái ongar pengar frá foreldrunum hjá mær til nakað sum helst. ongin spyr hvussu eg havi tað, hvussu tað gekk í royndunum ella í skúlanum. eg havi ein sjeik, men eg haldi hann er móður av mær, tí eg klári ikki mótstøðu longur. eg føli tað sum um at eg havi bart meg ígjøgnum nøkur hørð ár aleina og nú fellur alt saman. eg orki ikki meir. eg klári ikki at vera sjálv inni uttan at blíva í ringum lag og fara at gráta. eg veit eg kann flyta út, men tað er oongastaðni eg kann leiga fyri studningin sum man fær og samstundis hava ráð til mat. eg veit ikki hvat eg skal gera fyri at fáa alt at hanga saman, eg orki ikki at liva soleiðis meiri. eg havi ikki tosað við foreldrini hjá mær í tveir-tríggjar mánaðar, so tað sigur eitt sindur um hvussu nógv tey leggja í meg. vinfólkini hava ikki sæð meg gráti síðan eg havi verði lítil – men eg vil ikki belasta tey, tí eg dugi ikki at úttrykkja meg ordiliga og verði tískil grenjut ella gronut. eg havi gingið hjá sálarfrøðing tá eg var 15 ár, tað var bert tíðarspilla. so nú skrivi eg til tykkum og vónandi hava tit onkur ráð til mín um hvussu eg skal klára meg.

Góda tú vid dulnevninum hin einsamalla!
Tú greidir frá einum barndómi, id hevur verid tungur hjá tær at koma ígjøgnum, bædi vid sviki og skuffilsum. Tó ljódar tú at vera ein viljasterk ung kvinna í dag, sum ikki vilt geva upp. Tad er einki undarligt í, at tú nú følir, at tú ert vid at bukka undir, tí at byrdan er so tung.Tad er nú, at títt vaksnamannalív veruligar byrjar, og gott hevdi verid, um tú fekst hjálp nú, so at tú kanst koma úr barnddómsins skugga, og sjálv fáa eitt gott lív, tí tad ber væl til. Sum eg skilji á tær, kundi tú hugsad tær at havt betri umstødur, so at tú kanst flyta út í egid kamar ella íbúd. Tú kundi eisini hugsad tær at blivid styrkt, nú tú kennir teg veika. Tú ert 18 ár, og kanst tú venda tær til Almannastovuna og vita, um tey kunnu veita tær fíggjarligan studul, so at tú kanst fáa tad betri.
Kanska kanst tú fáa hjálp frá einum sálarfrødingi nú, sjálvt um tad ikki hjálpti tær fyri 3 árum sídan. Tú ert helst nógv broytt sídan tá, og sálarfrødingar eru eisini so ymiskir. Vend tær endiliga til okkara umvegis kjatt ella telefon, um tú hevur tørv á tí!
Alt tad besta!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…