Search
Close this search box.
Hey … Eg eri ein 13 ára gomul genta. Eg dámi ein drong sum ikki dámar meg.. ella eg haldi ikki at hann dámar meg.. Hann snakkar ikki við meg ella hann faktiskt ignorerar meg:( Kanst tú hjálpa mær? Ella geva mær ráð?

Til “hina forelskaðu gentuna”
Um hetta svarið er nøkur hjálp, er ikki til at siga, men her eru nøkur ráð til tín. Fyri tað fyrsta kanst tú umhugsa, um tit møguliga hava nøkur felags áhugamál sum tit kunnu tosa um? Tað kann verða ítróttur, tónleikur, teldur ella annað. Eisini kann hugsast at tú kanst spyrja hann til ráðs um eitthvørt, sum tí ikki dugir. Tað kann verða onkur lærugrein sum tú ikki ert so stinn í, men sum tú veitst, at hann dugir væl. Møguliga kunnu tit gera bólkaarbeiði saman, um tit ganga í sama flokki?
Tú kanst eisini rósa honum fyri eitthvørt, sum hann hevur gjørt, ella sum hann eigur. Hann kann til dømis hava vunnið ein hondbóltsdyst í vikuskiftinum, og so kunnu tit tosa um tað. Finn okkurt sum tú kanst spyrja hann um, so tit kunnu fáa eina samtalu í gongd, uttan at tað virkar undarligt fyri teg. Tað kann vera, at tit hava felags vinir, og á tann hátt koma at fylgjast til dømis í býnum ella í skúlanum.

Tú skalt tó minnast til, at tað kann vera, at hann ikki hugsar so nógv um gentur og tað at ganga saman við einari gentu, men hevur onnur áhugamál. Tað er heilt vanligt, tá dreingir eru um 13 ár.

Men tú skalt eisini vera glað fyri, at tú hevur funnið ein, sum tú ert glað fyri – og hvør veit um hann ikki eisini hevur hug á tær.

Góða eydnu.  Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…