Search
Close this search box.
Hey! 1000 takk fyri brævkassan! Eg havi tann mest fantastiska sjeikin ið man kann ynskja sær, men vit hava ikki verið saman so leingið. Vit hava ikki havt sex enn ella nakað sovorið, men eg haldi at vit bæði eru klár til tað, men eg eri nokkso bangin fyri at vísa honum mín kropp. Hvat um hann ikki dámar hann? Sjálv eri eg ikki serliga nøgd við hann.  

Takk fyri brævið!
Tað er deiligt, at tú hevur ein sjeik, sum tú er so glað fyri. Tað er nokkso vanligt, at ein er eitt sindur bangin fyrstu ferð, ið ein skal í song við einum. Tað eru nógvir tankar sum koma fram, sum t.d viðvíkjandi kroppinum. Nógvar gentur eru ónøgdar við sín kropp og ósikrar, um tær eru nóg klænar og nóg vakrar o.sfr. Tá ein er forelskaður og fegin vil vera saman við sínum maka, so eigur tað ikki at vera tað, sum er mest umráðandi, hvussu ein sær út…  Nú veit eg ikki hvussu leingi, ið tit hava verið saman, men tað nýtist heldur ikki at henda yvir ein dag. Kanska tit byrja í smáum. Tað er nakað heilt serligt, at vera saman seksuelt. Tað er tí gott at gera sær nakrar tankar um tað. Tit ikki hava sæð hvønn annan naknan og vita ikki, hvussu tað fer at verða. Tú væntar kanska eisini at tað skal vera fantastiskt. Tað kann tað blíva, men ofta verður tað betri, tá man hevur roynt tað nakrar ferðir og lærir hvønn annan at kenna. Tú kanst tosa við hann um at tit eru ung og at tað er fyrstu ferð. Tit kunnu taka tað róligt og kelast fyrst. So kann hann síggja ein part av tínum kroppi, t.d. at tú letur teg úr blusuni. Tit kunnu eisini fara undir dýnuna. Um tað er okkurt ávíst við tínum kroppi, sum tú ert ónøgd við, kanst tú kanska leggja t.d. dýnuna fyri tað staðið. Hetta er eisini fyrstu ferð hjá honum. Hann er kanska líka ósikkur sum tú og hugsar, at tú ikki fert at dáma hansara kropp. Um tú fortekur honum, hvussu deiligur hann er, gleðir tú hann og hann fer at dáma teg enn betur. Um kenslur, intim mørk og ikki minst fyribyrging…. tú kanst lesa meira um hetta á www.sexlinien.dk

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…