Út frá tí, sum tú greiðir frá, er tað sannlíkt, at tú hevur fingið onkran bruna ella sopp í undirlívið, sum krevur, at tú fært viðgerð. Fyri tað fyrsta skal lækni staðfesta, hvat feilar tær. Síðan fært tú at vita, hvønn heilivág, ið tú skalt taka. Viðgerðartíðin plagar ikki at vera long, tá talan er um bruna ella sopp. Nakrar dagar og upp til meira enn eina viku kann tað taka at blíva frískur aftur. Tú ljóðar at vera rættiliga bangin fyri, at nakar skal fáa at vita, hvat tær feilar. Fyrst skal eg ugga teg við, at ungar kvinnur ikki so sjáldan hava trupulleikar í undirlívinum, bæði brunar, ið ikki komast av kynsligari samveru og so eisini brunar, ið komast av kynsligari samveru. Í báðum førum er sera umráðandi at fáa staðfest tað og koma í viðgerð skjótast til ber. Í summum førum, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar, um ein ikki fær skjóta viðgerð. T.d. kann tað minka um møguleikarnar at gerast við barn. Tá tú vendir tær til tín lækna, hevur hann tagnarskyldu, og tí fær eingin at vita, hvat tær feilar.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin