Search
Close this search box.
Heey !
eg eri ein genta, sum hevur mistanka um eina vinkonu. Hon kallar seg sjálva fyri ein “emo”. (ein følsamur persónur, ið tekur alt ógvuliga nær. Hatar sítt egna lív, og dámar væl at ganga í svørtum-hvítum ella svørtum-reyðum klæðum)
Hon hevur skorið seg sjálvan í armin, og eg eri bangin fyri at hon kanska hevur sjálvmorðstankar. Eg royni at vera ein góð vinkona, men tað virkar sum um hon goymir okkurt…. Er tað nakað man kann gera fyri at hjálpa henni? Hjálp mær. Tí okkurt má gerast áðrenn nakað ringt hendir .. :(

Hey Hjááálp!!
Eg skilji væl at tú fær hug at hjálpa vinkonu tínari, og eg haldi tað er ordiliga gott fyri hana at hava eina vinkonu sum teg, ið tekur hana í álvara. Kanska eru hennara trupuleikar av slíkum slag, at tað er ringt hjá tær sum vinkonu at hjálpa henni. Kanska tú skal hugsa um at seta teg í samband við onkran vaksnan persón sum kann hjálpa vinkonu vínari. Tað kundi til dømis verið heilsusystirin á skúlanum hjá tykkum.

Fyri at tú kanska betur kann skilja hvat ið kann verða áfatt hjá vinkonuni, fái eg hug at fortelja tær hví hon møguliga skerir seg í armin. Tað kann vera tí hon gongur við tankum og kenslum, sum á ein ella annan hátt gera ilt, og sum hon ikki fær sagt hart. Tí kann hon uppliva, at tað lættir uppá tað innaru pínuna, at skera seg í armin og ístaðin fáa ilt í armin. Og tú hevur uttan iva púra rætt í at tað er okkurt, sum hon goymir uppá og sum ikki hvørvir við at skera seg.

Tú kann kanska hjálpa henni við at siga við hana at tú merkir, at okkurt er galið, og at tú vil so gjarna hevði viljað hjálpt henni. Tú kann fortelja henni, at man kann tosa við heilsusystrar, og bjóða henni at koma við til heilsusystrina, ella at seta teg í samband við heilsusystrina fyri hana. Um tað ikki skal vera ein heilsusystur – so kann tað vera ein lærari á skúlanum, sum tú hevur álit á og sum tú kann seta teg í samband við.

Hevur tú møguleika fyri at tosa við mammu ella pápa tín um hetta, og kunnu tey kanska verða tínir stuðlar í hesum, tí sum eg longu havi sagt so er hetta ringt hjá tær at standa einsamøll við.
Eg hopi tú kann brúka okkurt at hesum og tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum aftur.

Vinarlig heilsan

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…