Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Hjálp!
Spurningur:
Hey, eg havi nøkur proplemir, sum eg vóni, at tit vilja svara! Ein genta sum gongur í mínum flokki, heldur seg bestemma alt og tað er virkuliga irriterandi. Hon sigur altíð við meg, at eg skal halda kjaft, og hon heldur altíð meg uttanfyri og sigur altíð helvitis idiot við meg. Eg orki hana virkuliga ikki meira !! Eg eri rættiliga kløn og royni faktiskt at taka eitt sindur uppá. Men hvussu ger man tað uttan at eta ósunt ? Hoooopi tit vilja svara !!!!
Svar:
Góða tú, sum kallar teg hjálp!
Sjálvandi vilja vit fegin svara tær og øllum hinum, sum skriva til okkara.
Tað er ótrúliga irriterandi hjá tær, at ein genta í tínum flokki vil bestemma alt og happar teg.
Tað skalt tú ikki finna teg í meira!! Eg rokni við, at tú hevur roynt at svara henni aftur, uttan at tað hevur hjálpt.
Um tú fert til tín flokslærara og greiðir honum frá tínari støðu, eigur hann at taka sær av, at tú fært tað gott í skúlanum. Øll børn og ung hava rætt til at føla seg væl í skúlanum.
Tú sigur, at tú ert rættiliga kløn og ynskir at taka eitt sindur uppá í vekt. Um tú ikki vilt eta ósunt, og tað haldi er skilagott av tær, so kanst tú royna at íðka ítrótt, fyri at tínir vøddar skulu vaksa. Tað er samstundis sera gott fyri tína heilsu og títt sjálvsálit og tá verður tú helst nøgdari sum heild. Tú kanst eisini tosa við skúlaheilsusystrina um hetta. Kanska tit kunnu fáa eitt prát saman um kost, og at hon kann geva tær nøkur ráð um hvat er gott hjá tær at eta.
Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin