Hey ! Eg veit ikki, um tú hugsar um teg sjálva, tá tú sigur man, men svarið er bundið av aldri, tí tað er stórur munur á at vera 13 ár og at vera 15 ella eldri. Eg velji at svara tær: Tá tú ert 13 ár, ert tú undir kynsliga lágaldrinum, og um ein, ið er 15 ár ella eldri, hevur kynsliga samveru við teg, áðrenn tú ert 15 ár, kann viðkomandi revsast. So leingi, sum tú ert undir kynsliga lágaldrinum, verður tú noydd at tosa við tíni foreldur, um tú longu nú ynskir at fáa p-pillarar. Læknin hevur skyldu at boða tínum foreldrum frá, um tú , nú tú ert 13 ár, vendir tær til hansara fyri at fáa p-pillarar.
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin