Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Hjálp

Spurningur:

Eg og sjeikurin vóru saman fyri ca. 9 døgum síðani, men gjørdu tað ikki ordiliga, tí vit høvdu onga verju, men høvdið nam líka eitt sindur við fizuna hjá mær og kanska 3 cm vóru inni í mær. Men er tað møguleiki fyri at vera við barn, tá man hevur tikið “fortrydelsespille”? Høvdu tit ikki kunnað svarað skjótt, tí eg eri rættiliga bangin.

Svar:

Hey tú, sum biður um hjálp
Eg haldi ikki tað ljóðar sum tær nýtist at vera bangin fyri at vera við barn. Fyri tað fyrsta, so eru líkindini fyri at verða við barn heilt lítil tá tit ikki hava fullført samleguna. Fyri tað næsta er “fortrydelsespillarir” rættiliga sikrir. Men um tú ert bangin og ósikkur, so haldi eg avgjørt, at tú skuldi tikið eina graviditetstest, tí so veitst tú við vissu. Hana kanst tú keypa á apotekinum.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin