Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr
Hjálp
Spurningur:
Hey. Ein vinkona hjá mær, hevur eitt stórt problem í skúlanum, tí ein genta í mínum flokki HATAR hana og mín vinkona kemur sjáldan í skúla tí hin gentan er har. “Fjendin” hjá vinkonu mínari fær allar hinar við sær at hata mína vinkonu. Hvat skal eg gera fyri at hjálpa henni? Eg havi tosað við lærarinduna.
Svar:
Takk fyri brævið og sum tað er gott at tú hugsar um vinkonu tína – tað hevur hon brúk fyri. Tað fyrsta eg kundi hugsa mær at spurt teg er: hvat segði lærarindan tá tú tosaði við hana? Og hevur hon roynt at hjálpt tykkum? Tað eigur hon, tí hatta er ein trupulleiki sum skal loysast, tí tað gongur út yvur bæði trivnaðin og alla skúlagongdina hjá tínari vinkonu. Um lærarindan er í gongd við at arbeiða við trupulleikanum í flokkinum, so hendir okkurt við málinum. Annars so mugu tit fara aftur til lærarinduna og siga hvussu vinkona tín hevur tað, og at hon ikki vil fara í skúla tí at hon verður happað.
Annars so er tað eisini týdningamikið at foreldrini hjá vinkonuni kenna til trupulleikan.
Eg hopi at vinkonan fær hjálp og at hon aftur kemur at trívast í flokkinum. Skriva aftur um tit hava tørv á tí.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin