Takk fyri brævið. Trý ár er sum so ikki so ikki so stórur munur, men tá ið tit eru 14 og 17 ár, kann trý ára aldursmunur vera stórur. Tú skrivar at drongurin hevur logið um sín aldur tá ið tit fríggjaðu, og tað kann vera, at tú ivast í, um tú kanst hava álit á honum, tá hann hevur logið fyri tær einaferð. Tað tú skal hugsa um, er hvat tú vilt við dronginum, og um tú hevur hug til at tit møtast aftur. Tá ið tú nú spyrt um tað er ov stórur aldursmunur, er tað so tí at tú ivast eitt sindur í hvat tú skalt gera? Tí er tað týdningarmikið at tú lurtar eftir tær sjálvari, og ikki ger nakað, sum tú innast inni ikki hevur hug til at gera, og sum tú ikki følir teg kláran til. Hevur tú fleiri spurningar, ert tú ert vælkomin at skriva aftur til okkara ella ringja til rágevingina á tlf. 116 111
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin.