Spurnarkassin: Genta, 18 ár spyr
Hjálp
Spurningur:
Mín sjeikur skrivar frekt við einari aðrari gentu..:(hvat skal eg gera? Eg havi mistanka um at hann er ótrúgvur eisin.:’( Eg sleppi iki at síggja hansara tlf:’( Hjálp mær? Hopi at tit kunnu svara Skjótt..
Svar:
Góða genta!
Fyrst av øllum orsaka seina svarið. Tú spyrt so einfalt, hvat tú skalt gera. Skilji væl øll tíni keddu smileystekin í spurninginum, tað má vera forvirrandi at hava mistanka um at sjeikurin er ótrúgvur, og tað hevur eingin uppiborið. Nú sigur tú einki um, at tú hevur spurt hann, um hann er ótrúgvur, men tú sigur, at hann skrivar frekt við eina aðra gentu. Um hann er sjeikurin hjá tær, skal hann sjálvandi ikki skriva frekt við eina aðra gentu, tað er ikki rætt mótvegis tær. Hevur tú spurt hann, hví hann ger tað, og um hann kann ímynda sær, hvussu tað man vera, at vera tú, tá ið hann ger sum hann ger. Tú kanst eisini spyrja hann, um hann hevði hildið tað veri rættvíst, um tú skrivaði frekt við ein annan drong.
Um tú mistonkir hann fyri at vera ótrúgvan, kanst tú byrja við at spyrja hann, um tað er nakað um tað sum tú hugsar, altso um hann er ótrúgvur ímóti tær. Um so er, at hann er ótrúgvur, skalt tú sjálvandi gera upp við teg sjálva, um tú vilt vera saman við einum sum er ótrúgvur ímóti tær, ella um tú ikki hevur uppiborið betri.
Tú & Eg Ráðgevingin