Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Hjálp
Spurningur:
Hey, takk fyri eina góða heimasíðu! Eg eri ein 15 ára gomul genta, og havi ein(tveir) trupuleika, ið fyllur nógv. Eg havi øgiliga lágt sjálvsálit og onga sjálvsvirðing. Tað virkar sum øll onnur hava ógvuliga høgt sjálvsálit og tora at gera alt, so komi eg... ja, sum sagt hetta fyllur sera nógv.. Eg vóni at tit kunnu hjálpa mær..
Svar:
Góða genta!
Takk fyri brævið! Tað eru rættiliga nógv, bæði vaksin og ung, ið hava lágt sjálvsvirði og lágt sjálvsálit. Nógvir tannáringar, ið líða undir hesum, goyma tað við at hevja seg upp um onnur á ymiskan hátt, og t.d. rúsa seg, meðan onnur boyggja seg og lata seg kúga av øðrum, bæði millum vinfólk og í parlagi. Tú ljóðar sum ein smæðin genta, tá tú sigur, at øll onnur tora at gera alt og so kemur tú. Tó haldi eg tað vera sterkt av tær at biðja um hjálp longu nú sum 15 ára gmul, so tú ert longu ávegis at gera nakað gott við støðuna. Tað eru nógv, ið kunnu sýnast at hava stýr á øllum, ið hava somu trupulleikar sum tú, men tey eru ikki tilvitað um trupulleikan enn. Sjálvsvirði er, at tú kennir og veitst, at tú hevur stórt virði, akkurát sum tú ert. Tað er at vita at hóast tú kennir teg veika á nógvum ymiskum økjum og hóast tú fært vánaligt ummæli til onkra roynd, so verður tú standandi á báðum beinum, tí tú veitst, at tú hevur virði, og tað eru so nógv onnur ting, sum tú dugir, um ikki akkurát hetta. Tað ber til at arbeiða við at fáa sjálvsvirðið upp. Tað er ringt og tað tekur tíð, men tað ber væl til. Um tú stigvíst hvønn dag, sigur við teg sjálva, at tú ert í lagi og hyggur í speglið og hugsar “yes…eg eri so glað at vera eg, tí tað fer aldrin at verða ein annar eg” so fara tínar kenslur eisini at broytast og tú fert at trúgva meira uppá teg sjálva. Sjálvsálit fært tú við at vita, at tað er okkurt, sum tú dugir. Øll duga okkurt. Finn tað, sum tú hevur áhuga í og veitst, at tú dugir ella kanst koma at duga. Dyrka ta síðuna og uppliv, at tú fært sjálvsálit, tá tú ert á heimabana og gert okkurt, sum tú dugir. Brúka tíð saman við vinfólki, ið tú kennir teg væl saman við. Tað gevur eisini sjálválit at vera saman við fólki, sum tú ert á bylgjulongd við.
Tað ber eisini til at fara á bókasavnið og lána og lesa bøkur, ið snúgva seg um sjálvsvirði og sjálvsálit og hvussu ein kann arbeiða við hesum. Tað er ein rúgva av bókum skrivaðar um evnið. Nógv er eisini at finna á internetinum.
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum aftur. Umvegis kjattin ella telefonsamrøðu við okkum kanst tú koma nærri inn á tínar trupulleikar. Vit vilja fegin hjálpa tær.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin