Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

hjálp

Spurningur:

Hey barnabati ! Eg havi ein stóran trupuleika, sum eg ikki heilt veit hvat eg skal gera við. Fyri nøkrum árum síðani fóru mamma og pápi mín frá hvørjum øðrum, men eg havi ongantíð skilt ordiliga hví. Men nú hevur mamma mín fortalt mær, at grundin til tess, var at hann drekkur alt ov illa. Hettar seinasta árið hevur verið sera hart at gjøgnum ført hjá mær, tí at eg klári ikki at hann drekkur so illa. Familjan á hansara síðu, vil ikki viðganga at hann drekkur so illa. Og helst ikki omma mín, also mamma hansara. Men tað skilji eg eisini væl, at tað er hart tá barnið hjá tær er misnýtari av alkaholi. Eg haldi sjálv, at alkaholi hevur gjørt, at hann er blivin meira illsintur. Hann slær systranar hjá mær, men hevur ongantíð lagt hond á meg. (ella ikki sum eg veit um, og minnist) Tað er virkuliga ringt at fara ígjøgnum gerandisdagarnar, tá ið eg hoyri grát og róp o.s.v næstan hvønn dag! Eg havi bara fortalt hettar fyri einari av mínum vinkonum. Eg tori ikki at fortelja tað fyri mammu ella tí konuni sum hann hevur nú. Hettar virkuliga pínir meg, og eg vil so gjarna hava hjálp! Eg eri hjálparsleys og eg veit veruliga ikki hvat eg skal gera! Eg veit at eg eigi at melda hettar, men eg fái meg ikki til tað, tá ið tað er mín egni pápi. Eg hopi at tit kunnu svara mær skjótast gjørligt!! Eg orki hettar veruliga ikki meira :(  

Svar:

Góða tú, ið hevur brúk fyri hjálp!
Takk fyri brævið! Tú ert ” fangað” í eini sera truplari støðu, netupp tí, at tað eru tíni nærmastu, sum tað snýr seg um- pápi tín, sum skapar trupulleikan, og so eru tað øll tit, og kanska serliga tínar systrar, ið eru  offur fyri hansara trupulleikar við alkoholmisbrúki og harðskapi. Hetta má steðgast og ongantíð ov skjótt. Tú sigur einki um, um nakar av tykkum býr saman við pápa tykkara. Støðan er verri, um tit búgva hjá pápa tykkara enn um tit búgva hjá mammu tykkara og eru og vitja pápa tykkara viðhvørt. Men í øllum førum er støðan álvarsom, og sum tað so ofta er hjá børnum, ið hava foreldur við alkoholtrupulleikum, so er tað tann elsti av systkinunum, ið tekur serliga stóra ábyrgd av støðuni, tá foreldrini ikki gera tað. Tað er gott, at tú kanst tosa við eina av vinkonunum um tað, men tað er ikki nóg mikið, tí  tað broytir ikki støðuna nakað serligt, sjálvt um tað gevur tær linna eina løtu.

So hvørjir eru møguleikarnir? Um tú boðar barnaverndartænastuni í tínum øki frá, kanst tú boða frá ónevnt (anonymt) og tá fær eingin at vita, at tað er tú, ið hevur boðað frá. Tú kanst boða frá, at tú ert stúrin um, at tað eru ávís børn, ið uppliva ov nógv ringt, grundað á, at pápin í familjuni hevur alkoholtrupulleikar. Tá fer Barnaverndartænastan at kanna umstøðurnar og fer at tosa við pápa tín og kanska mammu tína og við tykkum børn í familjuni, fyri at vita, hvussu tey kunnu hjálpa tykkum. Pápi tín verður helst biðin um at fara í viðgerð fyri sín alkoholtrupulleika. Tú og tíni systkin fáa helst hjálp við at fáa tilboð um  at tosa við ein viðgera, kanska ein alkoholráðgeva ella ein sálarfrøðing. Tú kanst fáa meira at vita um barnaverndartænasturnar við at fara inn á www.bvs.fo Um tú ikki torir sjálv at venda tær til Barnaverndartænastuna, kanst tú venda tær til tín heilsufrøðing, sum kann hjálpa tær og tínum systkinum, tí  tað er hennara uppgáva at hjálpa teimum børnum í skúlanum, sum onkursvegna ikki hava tað gott. Tú finnur tín heilsufrøðing við at fara inn á www.gigni.fo So kanst tú senda henni ein teldupost, um tú ikki vilt fara inn á hennara skrivstovu í skúlanum. Tað kann vera lættari at greiða frá trupulleikum í einum brævi, heldur enn at siga tað beinleiðis. Eisini er ein Rúslinja hjá Bláakrossi, har tú kanst fáa hjálp og ráðgeving. Hana finnur tú inni á www.blakross.fo  Har kanst tú eisini vera ónevnd, um tú vilt.

Og sjálvandi ert tú meira enn vælkomin at kjatta við okkum. Tað er ofta lættari at kjatta enn at hava eitt brævasamskifti, tí  tá fært tú svar uppá tínar spurningar beinanvegin.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin