Góða tú, sum vilt hava hjálp!
Fyrst og fremst mást tú finna útav, um tú ert uppá vegin ella ikki. Tú kanst fara á Apotekið at keypa eina graviditetstest, so at tú kanst kanna tað. Tað stendur á pakkanum, hvussu man ger. Um tú ikki torir at keypa tað sjálv, so kanst tú kanska fáa onkra vinkonu at gera tað fyri teg?
Tú kanst eisini fara til lækna, uttan at mamma tín fær tað at vita, tí læknin hevur tagnaðarskyldu.
Góða eydnu við tí, eg hopi, at testin vísir, at tú ikki ert uppá vegin, og at tú fert at verja teg frá nú av?
Eg má líka siga eitt við teg: fyri tað um hasin drongurin er “vanur við tað”, so merkir tað ikki, at hann kann stýra, um tú verður uppá vegin ella ikki. Tað ber væl til at blíva uppá vegin fyri tað um drongurin hálar hann út áðrenn. Út av 100 pørum, sum brúka hendan mátan, eru tað 15-20 kvinnur, sum gerast upp á vegin.
So, tit mugu verja tykkum upp á ein betri máta næstu ferð. Á heimasíðuni hjá okkum, barnabati.kinsta.cloud, kanst tú fara undir “leinkjur” og undir “kynslív” finna ymsar heimasíður, har tú kanst finna nógvar upplýsingar um sex og om fyribyrging.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin