Takk fyri brævið. Tað er gleðiligt, at tú kanst brúka brævkassan!
Tú skrivar, at tú hevur fingið eitt ljótt og keðiligt bræv á Arto, sum hevur gjørt teg bangna, og tú ivast í, um tað er ein vinkona, sum hevur skrivað brævið. Einasti mátin at fáa tað at vita, er at spyrja vinkonuna. Tú kanst siga við hana, at tú hevur fingið brævið, og at tað hevur gjørt teg bangna og kedda, og hví tú heldur at tað er hon ið hevur skrivað tað. Eisini vil eg ráða tær til at tosa við foreldrini hjá tær um brævið, so at tit í felag kunnu tosa um hvat tit gera við hatta málið. Og hetta skal tú ikki bíða við, tí tað er álvarsamt at fáa eina slíka hóttan.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin