Góða tú, ið ert bangin fyri hinum børnunum!
Takk fyri brævið! Gott, at tú skrivar til okkara, tí tað má kennast sera tungt og einsligt at ganga við einum so stórum trupulleika. Vit hava broytt brævið, so at eingi nøvn eru nevnd, fyri at tú ikki verður avdúkað.
Tú sigur ikki so nógv um, hvussu títt lív hevur verið higartil, men at tú hevur flutt ofta millum serliga 2 bygdir. Útfrá tí hugsi eg, at tú helst ert blivin ótrygg og varin av at skulla skifta bústað og skúla so ofta. Hví tit hava flutt so ofta, veit eg ikki, men tað eru kanska onkrar hendingar, sum hava gjørt, at tit hava verið noydd at flyta, og tær hendingarnar kunnu eisini hava ført við sær, at tú ert blivin ótryggari, sum árini eru gingin. Við at flyta so ofta, verður trupult at knýta seg til floksfelagar og onnur, ið ein kemur í samband við, tí ein kann vera bangin fyri, at man aftur skal skiljast frá teimum um stutta tíð, um man skal flyta aftur. Tín støða nú er trupul, tí tú ert bangin fyri børnunum í tínari bygd, men ikki øðrum børnum. Tú hevur nógvar keðiligar tankar um hini børnini í tínari bygd. Eg veit ikki, um tey hava sárað teg fyrr, men tað sigur tú einki um. Tankarnir forða tær fyri at fáa samband við tey, men tankar kunnu broytast, og tú kanst fáa onkran vaksnan at tosa við um tínar tankar og kenslur. Tú hevur vónandi ein heilsufrøðing í tínum skúla, sum tú kanst seta teg í samband við, um tú fert inn á heimsíðuna www.gigni.fo. Har er yvirlit yvir allar heilsufrøðingarnar, og teirra teldupostadressur eru har eisini. Tú kanst senda tínum heilsufrøðingi eitt bræv, líka sum tú skrivar til okkum her, um tú ikki torir at ringja til hana ella tosa andlit til andlit við hana. Tað er hennara uppgáva at hjálpa børnum í skúlanum, ið onkursvegna hava trupulleikar. Fyri at blíva meira frammilig er neyðugt hjá tær at sleppa av við byrðuna, sum liggur á tínum herðum. Ótryggleikin og angistin, sum fylgja tær hvønn dag, mugu fyrst vendast til tryggleika og betri sjálvsálit, og tí er tað eitt gott hugskot, at tú sleppur at tosa við heilsufrøðingin í skúlanum. Tú ert eisini vælkomin at kjatta við okkum.
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin