Search
Close this search box.
Heey takk fyri tit svaraðu mær (Eg æt Hate my life). Emm tit søgdu eg skuldi tosa við onkran, men eg havi ikki álit á nøkrum tí vissi eg tosi við Mammu og eg sigi hon skal ikki siga nakað við onnur, so lovar hon tað men so komi eg í skúla aftur og øll vita tað. Mamma tosar altíð við hinar mammurnar í skúlanum um míni problemir so eg havi ikki álit á henni:(Og mín besta veninda hevur eina aðra venindu sum hon sigur alt til – eisini tey hemmiligu problemini hjá mær so eg havi ik álit á henni heldur:(eg kann tosa við mín Beiggja hann er 17 men tá hann hevur funnið útav hvat tað gongur út uppá, sigur hann tað við mammu (bara vissi problemini eru ring). Og eg kann tosa við damuna hjá Beiggja mínum. Hon er 15 men hon sigur tað sikkurt við Beigga mín so hann fyri mammu so havi ongan at tosa við.

Góða “Hjálp”
Takk fyri brævið. Skilji á brævi tínum, at tú hevur ilt við at tosa við nakran um tínar trupulleikar, av tí tú ert bangin fyri, at tú ikki kann líta á tann, tú tosar við.

Tú kanst ongantíð við vissu vita, hvussu t.d. mamma tín berir seg at, um tú fortelur henni, at tú ofta er kedd og at tú eisini hevur skorið teg. Men um tú sigur henni frá tínum trupulleikum og samstundis biður hana um ikka at fortelja hinum mammunum um tína støðu – ert tú so vís í at hon ger tað allíkavæl? Royn og hugsa teg væl um…

Kanska skuldi tú ringt inn til ráðgeving okkara á 116 111 og tosa við ein rágeva her? So fært tú høvi at venda støðuna við ein vaksnan sum ikki kennir teg og tú fært samstundis royndir í at fortelja søgu tína. Haldi tað hevði verði ein góð byrjan fyri teg.

Kærar heilsanir
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…