Góða tú, ið vilt hava hjálp at hjálpa vinkonuni!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú vendir tær til okkara við tínum hjartasuffi og áheitan um hjálp. Tú byrjar brævið við at siga, at tað ikki ert tú, ið hevur trupulleikar, men tín vinkona. Tá vinkonan, sum eisini er títt systkinabarn, er so illa fyri sálarliga, bæði av angist og tunglyndi, verður hennara trupulleikar eisini tykkara trupulleikar, tí tit eru góð við hana, hugsa nógv um hana, royna alt tað, ið tit kunnu, fyri at hjálpa henni, og kenna eisini máttloysið, ið viðhvørt kemur har til, at tú blívur bangin og stúrin, tá tú hugsar um, hvussu skal gangast henni í framtíðini, tí hon ikki hevur orku at taka ábyrgd av sær sjálvari, fyri at fáa eitt gott lív. Tú hevur roynt alt, sum tú kanst royna, helst í fleiri ár, og tú verður noydd at fáa onnur at taka ábyrgd, t.d. onnur í familjuni, tíni foreldur saman við hennara foreldrum, og í seinasta enda hevur hon sjálv ábyrgdina. Tá hon er í medisinskari viðgerð, veit í hvussu er hennara lækni um hennara trupulleikar, so hann kann kanska vera ein, ið kann hjálpa henni, um onkur av tykkum ella hon sjálv, vendir sær til hansara. Hon kann ikki trýstast til at fáa sær hjálp og viljin skal koma frá henni sjálvari. Tað er ikki nóg mikið hjá henni at tosa um trupulleikarnar, um hon ikki ger nakrar broytingar tann rætta vegin, við at søkja sær hjálp. Tað er ringt hjá tær at sleppa ábyrgdini, men tað er hóast alt neyðugt hjá tær at biðja onnur um hjálp og lata tey taka byrðuna av tínum herðum.
Hon er vælkomin at venda sær til okkara her á Tú & Eg Ráðgevingini, um hon vil hava hjálp at fáa tað betri. Tú ert eisini vælkomin at venda tær til okkara aftur. Tað er tungt altíð at vera hjálparin, og eg kann ímynda mær, at tú hevur nógvar kenslur og tankar, ið tú kundi havt brúk fyri at lufta og viðgjørt.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin