Search
Close this search box.
Heeeyy ! . eg eri ein genta, ið er í einum trubuleika. Eg klári ikki at hugsa ! ;o eg hugsi ikki um tingini, og eg geri alt skeift. Eg havi oyðilagt mítt lív. Eg klári SLETT ikki at vera við í skúlanum. Og tað gongur slett ikki við kærleika, eg geri alt skeift. Eg klári ikki meir, lívið gongur SLETT ikki sum tað skal, og eg hati meg sjálva. Fyri einari tíð síðan var sjálvsáliti í top, men nú er tað í botn. Havi haft nógvar trupuleikar fyrr og tað forstýrar meg nógv nú. Eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg havi eina vinkonu og ein vinnmann, sum eg kann tosa við, tað hjálpur, men eg havi brúk fyrio meira hjálp. Hvat skal eg gera ? Kann man fara til okkurt so at man lærir at hugsa og lærir at taka avgerðir, ella okkurt ? Eg havi brúk fyri hjálp, NÚ !

Hey hey!
Nú havi eg lisið títt bræv, og eg hugsi, at tað er gott, at tú tekur stig til at fáa hjálp, áðrenn tú fært størri trupulleikar. Tað er eisini gott, at tú hevur tveir góðar vinir, ið tú kanst tosa við.Tú hevur rætt í, at tú kanst ikki vænta at fáa neyðugu hjálpina frá teimum. Tey kunnu hjálpa tær við ymiskum øðrum, sum er minni álvarsligt. Vónandi eru tað eisini tey, ið tú viðhvørt hugnar og stuttleikar tær saman við. Tær upplivingar frá fyrr, sum níva teg nú, fylla helst so nógv inni í tær, at tú hevur trupult við at samla teg um skúlan og tær uppgávur, ið tú skalt loysa har. Haraftrat hevur tú tað eisini trupult við kærleikanum, og tá er lætt at hugsa, at alt er kiksað. Tað er natúrligt, og tí er neyðugt, at tú fært sett orð á tað, sum fyllir so nógv í tær. Tað er umráðandi, at tú vendir tær til onkran vaksnan, sum tú er trygg við.Mítt uppskot er, at tú setir teg í samband við heilsufrøðingin í skúlanum, antin við at fara beinleiðis inn til hennara ella at fara inn á www.gigni.fo, har tú finnur hana, hennara teldupostadressu og telefon nummar. Tú kanst greiða henni frá, hvussu fløkt alt er hjá tær, og hon kann hjálpa tær at koma burtur úr støðuni, sum hon er nú. Hon kann eisini hjálpa tær at tosa við tíni foreldur um støðuna, so at tey eisini kunnu stuðla tær. Tey hava ábyrgdina av, at tú hevur tað gott. Tað kann gott henda seg, at heildufrøðingurin vísir tær víðari til onkran viðgera ella sálarfrøðing, sum kann læra teg at at finna mátar at hugsa um teg sjálva og títt lív, so at tínir tankar verða minni fløktir.

Tú kanst altíð venda tær aftur til okkara á Tú & Eg Ráðgevingini.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…