Search
Close this search box.
1. Hey fyrst vil eg siga at hesin brævkassin rular ;; Eg eri 63 cm. beint undir bróstinum, eg brúki ikki bh men eg vil, heldur tú eg passi eina A skál? 2. Eg havi eina mega góða vinkomu sum eg bara havi kent í eitt ár, vit ganga ikki í sama skúla. Tá vit eru saman plaga vit at shoppa, sminka okkum og at snakka um dreingir. Men hettar summarið høvdu vit melda okkum saman á legu og tá fann eg út av at hon er heilt ekstremt barnslig, hon má hava bamsu og hon mátti sova hja leiðarnum. Hon kundi ikki fara á wc sjálv tí at hon var bangin fyri at blíva læst inni, so hon vakti meg um náttina og segði at eg skuldi við henni á wc. Alt tað hon segði hevði ongan týðning, hon segði til dømis at gubbi hennara hevði broti beini fyri 3 árum síðani. Men hon hevur stór bróst eg rokni við at hon hevði klára eina B ella kanska eina C skál. Men hon sigur at hon ikki klárar eina A. Eg eri blivin nokk so troytt av henni, tá vit eru hjá onkrum øðrum enn hjá okkum og henni. Tá vit eru hjá okkum ella hjá henni er hon heilt extremt fitt, eg kann siga alt við hana, hon fortelur eisini mær alt. Men vit báðar ganga í 8. Flokki. Mín spurningur er: skal eg droppa hana ella bara royna at ofra meg::?

Hey Hjálp
Tú hevur nakrar heilt konkretar spurningar, sum eg skal royna at svara uppá so gott eg kann.
Spurningur eitt um bróstmál veit eg ikki, hendan spurningin fært tú best hjálp hjá einum ið selur BH, tey eru ekspertar á tí økinum.

Tín næsti spurningur er minni konkretur, og kanska meira álvarsamur. Tá eg sigi álvarsamur, so ljóðar tað á brævinum sum um tú ert blivin eitt sindur sjelka, tá tú bleiv varð við at vinkonan eisini hevði hasa síðuna og ikki bara var tann stuttliga sum dámar at sminka sær. At hon eisini er so bangin, og tú hevur ringt við at skilja hví er kanska eisini nokk so ørkymlandi hjá tær, hon nevnur eina grund sum tú als ikki skilur og eg skilji gott tína ørkymlan.
Eg skal royna at forklára um hvussu tað kann verða um man er bangin, tað kann nemliga gott veðra so, at vinkonan sjálv hevur ringt við at skilja hví og tí nevnur hon eina grund. Kanska hon slettis ikki veit hví hon er bangin.
Um tú skal droppa hana skal sjálvsagt vera tín avgerð, men um tú ikki týmir at verða saman við henni ella sum tú sigur kennur tað sum um tú skal ofra seg, so kemur ein ójavni í forholdi – tí tú skal verða saman við henni tí tú hevur hug og ikki tí tað er synd í henni ella annað.
Tá tit eru saman kannst tú royna at merkja hjá tær sjálvum um tú hevur hug ella um tú ikki hevur hug.

Vinarliga heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…