Góða hjálparleysa!
Eg vil byrja við at siga, at tú ert ein góð vinkona at eiga. Óført, at tú nú hevur tikið fyrsta stigið, við at skriva til okkara.
Men so vil eg siga, at hetta eru ov stórir trupulleikar hjá tykkum báðum at klára einsamøll.
Eg skilji hetta sum, at vinmaður tín og foreldur hansara hava drigist við hendan trupulleikan leingi, so hetta verður ikki lætt.
Tit mugu venda tykkum til onkran vaksnan. Eru ikki onkur vaksin í familjuni hjá tykkum, sum tit hava álit á, sum tit kunnu venda tykkum til, og biðja um at hjálpa tykkum. So sum foreldur tíni, gummur, gubbar, mostrar ella fastrar. Ella í skúlanum – heilsusystrina ella onkran lærara. Tey hava annars tagnarskyldu.
Viðvíkjandi óttanum hjá vinmanni tínum fyri at verða sendur á Barnaheim ella tílíkt, so kanst tú siga honum, at ongin verður sendur nakrastaðni ímóti sínum vilja, men ein kann fáa tilboð um onkra hjálp. Tú kanst eisini gera vinmann tín varugan við, at ongin eigur ella hevur loyvi til at ganga og buka ella slá hvønnannan. Tað sigur lógin.
Hetta vóru so nøkur hugskot. Tit eru vælkomin til at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina. Telefon nummarið er 116 111.
Vónandi fer vinmaður tín at søkja sær hjálp.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.