Search
Close this search box.
Hey! Eg havi eina vinkonu ið ikki hevur tað so gott. Hon er altíð deprimerað. Eg fann útav at hon skar í seg fyri ikki so langari tíð síðani. Hvat kann eg gera fyri at fáa hana steðga? Eg tori illa at snakka við hana um tað. Foreldrini hjá henni eru skild og tað er hon rættuliga kedd av. Hon býr hjá mammuni. Tað gongur runt at mamma hennara drekkur, men eg veit ikki um eg skal trúgva tí. 
Hon er blivin rættuliga negativ og blívur lætt óð, soleiðis var hon ikki fyrr.
Hvat skal eg gera fyri at hjálpa henni?

Góða ‘hjálparleysa’!
Einki er so gott sum at hava eina góða vinkonu, ið kann vera við til at hjálpa. Tað er gott at tú hugsar um tína vinkonu. At vinkonan hjá tær skerir seg, er eitt neyðarróp um at okkurt ikki riggar sum tað skal í hennara lívi. Somuleiðis er tað ikki stuttligt at hoyra onnur tosa um at mamma hennara drekkur. Oftani er tað so, at um foreldur drekka meira enn hvat gott er, fær tað avleiðingar fyri børnini. Og hetta er kanska ein av orsøkunum til, at vinkonan hjá tær er deprimerað, og er vorðin rættiliga negativ. Tað er vanligt, at børn og ung skammast um drekkarí hjá foreldrunum og royna fyri alt í verðini at ikki siga tað fyri nøkrum. Tað er strævið, og ein stór ábyrgd at bera slíka vitan inni í sær sjálvari. Tað kunnu sjálvandi eisini vera aðrar orsøkir til at vinkona tín ikki hevur tað gott. Einasti máti at finna útav hesum, er at spyrja hana! Tað kann gott vera at hon verður glað fyri at tú tosar við hana um tað. Tú kundi eisini latið vinkonuna lesa spurningin og svarið frá okkum. So kunnu tit í felag venda aftur til okkara við fleiri spurningum.
Umframt at tosa við hana, er tað eisini eitt hugskot at tú tosar við foreldrini hjá tær. Á henda hátt kunnu tey fáa innlit í hvat tú stríðist við og so kanst tú kanska fáa tey til at hjálpa tær við at tosa við vinkonuna.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…