Góða tú, ið kennir teg hjálparleysa!
Takk fyri brævið, ið er eitt sindur broytt! Hetta er ein sera álvarslig støða hjá tær at vera í. Ein støða, sum tú als ikki skalt góðtaka. Fyri tað fyrsta skalt tú frá nú av gera alt tað, ið tú kanst, fyri ikki at koma í sama rúm ella nærhendis honum, og um tit koma í sama rúm, skalt tú flyta teg úr rúminum ella støðuni sum skjótast, til eitt tryggari stað, saman við øðrum. Tú skalt beinanvegin venda tær til ein vaksnan persón, sum tú hevur álit á og sum kann hjálpa tær. T.d til ein lærara, ella um ein heilsusystir er á tínum skúla, er hon eisini góð at venda tær til. Tey vita, hvat skal gerast í slíkum støðum. Um tú ikki rættiliga veitst, hvønn tú skalt tosa við, kanst tú eisini venda tær beinleiðis til Barnaverndarstovuna, sum hevur tlf.nr. 302495 og heimasíðu www.bvs.fo . Tað, sum tú greiður frá, er tað, sum kallast kynsligur ágangur, tað er tá ein vaksin ger seg inn á eitt barn ella ein ungan. Tað er, tá tann vaksni noyðir ella hóttir teg at gera okkurt kynsligt, sum tú ikki vilt. Tað er av stórum týdningi, at tú sigur frá, tí kynsligur ágangur kann ávirka teg fyri lívið. Tí er tað sera umráðandi, at ágangurin verður steðgaður sum skjótast. Tað er ofta sera torført at vera tann, sum skal siga frá slíkum , men sum sagt hevur tað so stóran týdning fyri teg framyvir. Góða eydnu við tí! Um tú enn er ótrygg við, hvussu tú skalt gera, kanst tú eisini venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina, antin við at ringja tella skriva.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin