Fyri at siga tað sum tað er, so havi eg tað ræðuligt.. Eg havi tað ringt við mær sjálvari, og havi ofta sjálvmorðstankar.. Eg havi eingi vinfólk, ongan at snakka við, ella nakað.. eg føli meg so einsamalla.. Eg havi ongantíð verið góð til at fáa vinir, og tað fari eg sikkurt ongantíð at verða.. men tað er torført ikki at hava nakran at snakka við.(tað er ikki tað sama  at snakka við onkran í familjuni..) Og í skúlanum, royni eg at vera fitt, men tað sum man fær aftur, er eitt stórt súrt egnabráð.. Onkuntíð hjálpir tað at seta seg niður og gráta.. men aðrar tíðir ger tað  tað bara nógv verri.. Hvat skal eg gera hvussu kann eg fáa vinir? ps. góð heimasíða!

Góða tú!
Takk fyri brævið, sum er merkt av, at tú ert um at geva upp, men allíkavæl gert eina roynd fyri at fáa tað betri. Soleiðis sum tín gerandisdagur er fyri teg, verður tú noydd at biðja um hjálp skjótast til ber. Tað er einki at bíða við. Tað eru fleiri vaksin rundan um teg, sum tú kanst biðja hjálpa tær. Tað eru fyrst og fremst tíni foreldur, ið hava ábyrgd av, at tú hevur tað gott, altso at tú ikki ert einsamøll og kedd. Eg veit ikki, um tú verður happað, men tú hevur eingi vinfólk, og tað er ein stórur trupulleiki at hava, serliga tá ein er tannáringur sum tú. Um tú ikki følir, at tað hjálpir at tosa við tíni foreldur, kanst tú venda tær til heilsufrøðingin í skúlanum.  Hon kann møguliga hjálpa tær at tosa við tíni foreldur  ella kunnu tit báðar  tosað saman um, hvussu tú kanst fáa tað betri. Hvat tú kanst gera sjálv og hvat hon og onnur kunnu hjálpa tær við. Tú kanst altíð ringa til okkum. Tað er ein góð donsk heimasíða til ung, ið kenna seg einsamøll. Hon eitur www.ventilen.dk

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt